💐2. Páskadag (Mánadagin 22 apríl) kl 15. fara vit aftir at hava tað vælumtókta páskatiltakið, har børnini kunnu leita eftir eggun.

🐣🐥🐰🥚🥚🥚🐰🐥🐣
Í fjør vóru vit niðri í bygdini av tí at tað var mest sum stórkavi ❄️☃️ Men í ár fara vit niðan aftur í viðarlundina at hugna okkum. 🌲🌳🌲 Tveir vinningar verða: ein til tey lítlu børnini 🎁 og ein til tey størru 🎁
Øll børnini ið eru við til tiltakið fáa eisni ein lítlan pakka í part og tey vaksnu fáa kaffi og smákakur ☕️🍪

Og til seinast men so slett ikki minst, takka vit Kunoyar Kommunu fyri stuðulin 🙂 ❤

G.G : vit tilráða fólki um at seta bilin niðri í bygdini, soleiðis at tað ikki verur trafikkproppur uppið við viðarlundina 😉 🌷🌷🌸