Skúlar

   

Í Kunoyar Kommunu eru tveir skúlar, annar í Haraldssundi og hin í Kunoy. Báðir skúlarnir hava skúlagongd fyri næmingum frá 1. flokki til og við 7. flokk.

Kommunan rindar kostnaðin av skúlagongd við aðrar skúlar fyri næmingar í kommununi, ið ganga í framhaldsdeild (frá og við 8. flokk til og við 10. flokk). Harafturat verður goldið fyri næmingar í kommununi, ið ganga í skúlum uttan fyri kommununa frá og við 5. flokki..