Skúlin í Kunoy

Trivnaðarætlan fyri Skúlan í Kunoy

 

Trivnaðarætlan Virðisgrundarlagið byggir á fýra súlur: tryggleika, virðing ,  samstarv og

fakligan førleika.

Tryggleiki

av tí at:

·        bæði børn og vaksin virka best í tryggum og jaligum umhvørvi

·        tað er týdningarmikið at tora at ganga nýggjar leiðir, menna síni evni og tora at stíga fram

·        tað er neyðugt til tess at nema sær lærdóm og mennast sosialt

Virðing

av tí at:

·        øll eru ymisk og hava ymiskan tørv

·        tað er neyðugt at læra børn at hava virðing fyri felags virðum og sjónarmiðum

·        øll mugu virða skapanarverkið og tað skapta

Samstarv

av tí at:

·        tað er týdningarmikið at hava álit á og at gera brúk av tí, hvør einstakur eru góður til

·        at samstarv er neyðugt í øllum arbeiði í skúla, í flokki og í øðrum bólkum, vit eru partur av

·        í dag er neyðugt at vísa tolsemi og kunna virka í ymsum høpi, bæði fakliga og socialt eins

væl og í altjóða høpi

Fakligur førleiki

av tí at:

·        dugnalig fólk eru týdningarmikil í dagsins samfelag

·        øll børn hava rætt til og brúk fyri fakligum krøvum, hóskandi til teirra evni og áhuga

·        fakligur førleiki skapar gleði og økir sjálsvirðið

Lærari og álitisfólk skúlans :

·        eru sjónlig vaksin

·        virða øll eins

·        kunna alsamt um skúlans virksemi

·        síggja foreldur sum tilfeingi skúlans

·        fremja gott læruumhvørvi fyri hin einstaka

·        fremja gott og friðarligt umhvørvi til tess at tryggja arbeiðsfrið

·        hava góðar arbeiðsvanar

·        vísa virðing og krevja at verða vird

·        eru góðar fyrimyndir

·        vísa tolsemi

Foreldur og verjar:

·        syrgja fyri at barnið er úthvílt, hevur etið morgunmat og hevur matpakka við í skúla

·        stuðla barninum at gera heimaarbeiðið

·        taka ábygrd av tí, ið barnið ger

·        samstarva við skúlan um reglugerðir, so barnið skilur, at vit draga eina línu

·        virkin samstarva við skúlan

·        eru góðar fyrimyndir

·        vísa barninum, skúlanum og ábyrgdarfólki virðing og krevja at verða vird

·        fylgja við, at barnið trívist og boða beinanvegin frá, um illgruni er um mistrivna

Næmingurin:

·        møtir væl fyrireikaður og stundisliga

·        vísir ymiskleika virðing

·        er opin fyri øðrum og vísir ongum burtur

·        er virkin í flokkinum og skúlanum sum heild

·        er blíðligur og fólkaligur

·        vandar sær um málið

·        virkin samstarva við skúlan

·        eru góðar fyrimyndir

·        skúlanum og ábyrgdarfólki virðing og krevja at verða vird

 

av tí at : lærarin er einalærari, hevur Skúlastýrið tikið upp samstarv við

 

Førleikastovuna á Skúlatrøð.

Hvat er happing?

·        At happa ella plága er kropsligur ella sálarligur ágangur, vendur móti einum offri, framdur av einstaklingi ella bólki

·        Happing er tá ein, ella fleiri saman, ferð eftir ferð áhaldandi gera seg inn á ein, sum ikki so væl kann forsvara seg. Tað vil siga, at partarnir eru ikki á jøvnum føti

·        Tó kann okkurt, sum rakar einstakan næming eina ferð, bera brá av happing

·        Beinleiðis happing er sjónligt álop á onkran, harðskapur, eitt skump, eitt slag, hóttan, háan,

orð søgd ella send (sms og chat) o.s.fr

·        Óbeinleiðis happing er, tá onkur verður settur uttanfyri vinarbólk ella felagsskap, upplivir

gerðir uttan orð t.v.s. herming og ljótt kropsmál, við vilja ikki verður sæddur, o.s.fr

Hvat eyðkennir ein happara?

·        kropsliga sterkari enn hini

·        góður til spæl og annað

·        trongd til at ráða, kúga, hevja seg við makt og hóttan, vil fáa sín vilja

·        reypar av síni “styrki”

·        er ofta treiskur og frekur, eisini móti vaksnum

·        tosar seg lættliga úr trupulleikum

·        vísír lítla samkenslu

·        heldur nógv um seg sjálvan, er óræddur og vísur í síni søk (lýgur ofta)

·        ofta ein miðalgóður næmingur

·        møtir væl upp

Hvat eyðkennir tann happaða? Tann varni:

·        kropsliga veikari og minni enn hini

·        bangin fyri at fáa prus, ella koma til skaða

·        klossutur í ítrótti og leiki,

·        varin, følin, fer lætt at gráta

·        bangin, ótryggur, ólukkuligur

·        lágt sjálsvirði og lítið sjálvsálit

·        svarar ikki aftur, tá hann er fyri ágangi – er lætt offur

·        bæði fakliga væl fyri og ikki

Tann uppfarandi:

·        illsligur, svarar aftur tá hann verður álopin, men uttan úrslit

·        ófriðarligur, rastleysur, hevur ilt við at hugsavna seg, er vanliga trupul

·        órógvar, eru ofta klossutur og óbúgvin

·        kann hava ótolandi óvanar

·        verður ofta illa dámdur av børnum og vaksnum

·        kann sjálvur happa veikari næmingar

·        bæði fakliga væl fyri og ikki

Hvørji tekin vísir eitt barn, sum er happað ella plágað?

·        kemur heim við klæðum ella bókum, sum eru illa farin

·        kemur heim við merki ella prusi, veit ikki at siga, hvaðan tey stava

·        fer sjáldan ella ongantíð til hús við floksfeløgum ella javnaldrum

·        er sjáldan saman við javnaldrum ella øðrum børnum

·        er sjáldan við til tiltøk saman við øðrum børnum

·        tykist bangin fyri at fara í skúla ella vil ikki í skúla

·        hevur ofta høvuðpínu, ilt í búkinum og/ella ringan matarlyst – einahelst á morgni

·        velur umvegir í og úr skúla

·        hevur marruna og svevur illa

·        tykist ólukkligt og hugtungt

·        skiftandi huglag – skiftir frá øði til ovurgleði

·        stjelur ella meykar um eyka pening

Vit góðtaka ikki happing !

Fyribyrging er besta loysnin !

Til tess at skapa trivnað í skúlanum og fríkorterunum, so er lærarin altið við og luttekur á jøvnum føti í spæli og kappingum í fríkorterunum.

Í stuttum er endamálið  at fáa børn at vera úti og virkin í fríkorterunum, skapa betri trivnað og forða fyri happing

Er lærarin við, so er lættari at eygleiða hvønn einstakan næming.

Tryggleiki og virðing í fríkorterunum skapar trivna og samanhald.

Trivnaður er ein felags uppgáva og tað er møguligt, tá talan er Eina lærarskipan.

Dagføring av Trivnaðarætlan fyri Kunoyar Skúla 2016

Lærari:
Jóhannes Johannesen
Helnabrekka 30
700 Klaksvík
Teldupostbústaður: prepjj@gmail.com