Bygging

Kunoyar Kommuna hevur ikki útstykkja grundstykkir tey seinastu árini. Orsøkini er at fólk fáa ikki fígging at byggja, tó er áhugin stórur.

Undir síðuni ‘grundstykkir til sølu’ ber til at síggja hvørji grundstykkir eru til sølu, stødd og prís. Tó eru fleiri grundstykkir sum ikki eru bygt á, sum kommunan ikki eigur, tað vil siga at tað eru fleiri grundstykkir tøk, sum kommunan ikki eigur.

Kunoyar Kommuna arbeiðir í løtuni við einari byggisamtykt fyri hvørja bygd, lógarkravið er at tað er ein byggisamtykt fyri hvørja bygd í kommununi. Hettar arbeiðið tekur langa tíð, av tí at Haraldssunds bygd ongantíð hevur haft eina byggisamtykt, skal alt arbeiðið gerast frá grundini. Arbeitt er eisini við at dagføra byggisamtykitna fyri Kunoyar bygd.

Afturat hesum bjóðar kommunan leigugrundir til ídna við kaiøkið í Haraldssundi.