Burturkast

Bingjuplássið í Kunoyar kommunu

Bingjuplássið er á Garðaryggi í Haraldssundi.

Opið er:

Mikudag frá kl 17-19

Leygardag frá kl 14-17

Bingjuplássið á Garðaryggi í Haraldsundi: tekur bert móti burturkasti frá vanligum húsarhald. Alt rusk, sum kemur á umhvørviplássið, skal vera rætt skilt.

Pappír: IRF heintar hvíta posa, sum er til pappír, tá ið hann er fullur.

Virki, handlar og aðrar fyritøkur: hava onga atgongd á umhvørviplássinum, og verður víst til IRF, tel. 414243

og heimasíðuna hjá IRF.

Ruskbingjurnar kunnu ikki nýtast av borgarum búsitandi uttan fyri Kunoyar Kommunu.

Húski við 6 ella fleiri fólkum fáa til innsavningarskipanin útflyggja tveir ruskposar pr. viku; vinarligast boðað kommununi frá, um talið av húsfólki broytast í mun til hetta.