Tað er av stórum týðningi at rotta verður fráboðað, vit hava øll fráboðanrskyldu sambært kunngerð.

Grein 4 í kunngerðini sigur soleiðis:
“§ 4. Ein og hvør, ið varnast rottu, uttan mun til hvar, eigur beinanvegin at boða kommununi frá. Kommunur skulu upplýsa og almannakunngera á hvønn hátt, og hvagar fráboðanir um rottu skulu latast.”
les kunngerðina her

Síggja tit rottu, vera tit vinarliga biðin um at venda tykkum til Kunoyar kommunu á tlf. 459900, ella sendi ein teldupost til kunoy@kunoy.fo.
Ólavur Nybo stendur fyri rottutýðningini á oynni og til ber eisini at seta seg í samband við hann.

rottu fráboðan

Umhvørvisstovan hevur nógv tilfar á heimasíðu teirra um rottu.
trýst á her