Byggisamtykt

INNIHALD:

Byggisamtykt fyri Kunoyar kommunu

Umsitingarligar fyriskipanir 3

ÁSETINGARNAR FYRI TEY EINSTØKU ØKINI:

A. Miðstaðaendamál 4

B. Sethús 4

C. Vinnuendamál 5

D. Havnarøki 5

E. A1mennir stovnar 6

F A1menn Frítíðarøki 6

H. Frílendi 6

K. Landbúnaður 6

Útstykkingar 7

Vegir 7

Byggingarfyriskipandi ásetingar 7

Broytingar í byggisamtyktini 8

Verandi viðurskifti og fyritreytir fyri skipanini 9

Trygging og útinning 11

BYGGISAMTYKT FYRI KUNOYAR KOMMUNU

Sambært løgtingslóg nr. 13 fra 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum verða hesar ásetingar at galda fyri Kunoyar bygd.

1. gr. økið, samtyktin fevnir um

Byggisamtyktin fevnir um bygdina Kunoy

Kommunan verður sundurbýtt soleiðis eftir nýtsluni av økjunum:

A. Miðstaðaendamál

B. Sethús

C. Vinnuendamál

D. Havnarøki

E. Almennir stovnar

F. Almenn frítíðarøki

H. Frílendi

K. Landbúnaður

3. Økini eru innstrikað á hjálagda korti i máti 1:2.000 og frámerkt við avvarðandi bókstavi. Økispartarnir til landbúnað hava tó ongan bókstav.

Umsitingarligar fyriskipanir

2. gr. Byggivald, byggiumsókn og byggiloyvi

l. Byggivaldið í kommununi útinnir bygdaráðið.

2. Byggiumsókn skal vera skrivlig, og hjálagdar henni skulu tær tekningar og aðrar upplýsingar, ið neyðugar eru til greitt at skilja málið.

3. Farið kann ikki verða undir arbeiði uttan skrivligt loyvi fra bygdaráðnum (sí tó gr. 13.3 og gr. 14.1).

4. Byggiloyvi eigur at hava tíðarfreist og bundið av ásetingum og neyðugum treytum.

5. Byggivaldið eigur at fáa boð um nær arbeiðið byrjar, og hvør ið stendur fyri tí.

 

 

 

 

Óbygdu økini

3 gr. Tilhaldspláss og bilstøðlar

l. Trygd skal veitast fyri, at nóg stórt uttandura tilhaldspláss er til tey, ið búgva og/ella arbeiða í húsinum.

2. Nóg stórt øki skal verða lagt av til bilstøðlar, soleiðis at íbúgvarnir og/ella tey, sum starvast í húsinum og vitjandi, viðskiftafólk, útvegamenn o.o. fáa sett akfarið frá sær á økinum, ið hoyrir til húsini.

3. Vanliga verður kravt i minsta lagi pláss til 2 bilar til hvønn bústað sær. Har felags bilstøðlapláss verður gjørd til fleiri bústaðir ella har talan er um hús til vinnulig endamál, skal góðkenning frá byggivaldinum fyriliggja í hvørjum einstøkum føri.

Ásetingar fvri tey einstøku økini

4. gr. Ásetingar fyri øki A: Miðstaðarendamál

l. Økið verður lagt burtur av til miðstaðarbygging, t.e. handlar, skrivstovur , samkomuhøli, heilsubótarstovur o.t.. Í serstøkum førum er loyvt at innrætta íbúð til virkiseigaran ella starvsfólk.

2. Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,5.

3. Hús kunnu í mesta lagi verða bygd í 2 hæddum við nýttum lofti og skulu annars ikki vera hægri enn 7 m til yvirgrundina og 10m til mønuna, mált frá miðaljørðildi (í miðal við húsahornini). Kjallari verður roknaður uppí sum húsahædd, um so er, at loftið er meira enn 1,0 m yvir hægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallari má vera.

4. Frávik kunnu verða gjørd frá ásetingunum í 2. og 3. stk. i serstakari byggisamtykt fyri hóskiligt, nattúrligt avmarkað øki. Tó kann nettonýtingarstigið fyri økið sum heild ikki fara upp um 1,0.

5. gr. Ásetingar fyri øki B: Sethús

l. Loyvt er einans at byggja sethús við upp til 2 íbúðum og - eftir serloyvi fra byggivaldinum - tvíhús, rað- og ketuhús o.t. til eitt húski í sambandi við bústaðirnar skal tó bera til at innrætta høli til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av at hesi virki ikki eru til ampa ella lýta dámin á økinum sum sethúsabýlingi.

2. Grundstykkini skulu vera i minsta lagi 400 m2 til støddar. Tá ið byggingin verður framd eftir byggiskipan, sum bygdaráðið hevur góðkent og tryggja ella eftir serstakari byggisamtykt, kann bygdaráðið loyva, at grundstykkini eru minni enn 400 m2, tó í minsta lagi 320 m2 fyri sethús (einhúskishús) og 260 m2 fyri hvønn partin av einum tvíhúsum, ketu- ella raðhúsum. Ein partur av teirri ásettu minstuvídd kann verða lagdur burturav sum felags tilhalds- og bilstøðlaøki.

3. Nettonýtingarstigið má ikki fara uppum 0,3 fyri einhúskishús og 0,4 fyri tvíhús, ketu- ella raðhús.

4. Hús mugu einans verða bygd i einari hædd við nýttum lofti og mugu ikki vera hægri enn 5 m til yvirgrind og 8,0 m til mønuna mált frá meðaljørðildi (meðal við húsahornini). Kjallaraloftið má ikki vera meira enn 1,0 m omanfyri hægsta jørðildi við húsahorn. Er hæddarmunurin á lendinum, roknað sum munurin millum hægsta og lægsta jørðildi, minni enn 1,5 m er to loyvt at leggja kjallaraloftið upp til 2,5 m oman fyri lægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallari má vera. Har bygging er framvið vegi kunnu vegmyndugleikarnir áseta hæddina á kjallaraloftinum í mun til veghæddina.

5. Í serstakari byggisamtykt er ikki loyvt at fara upp um tey nýtingarstig, ið nevnd eru í stk. 3, tá økið verður roknað sum heild.

Loyvt verður at umvæla verandi sethús og byggja afturat teimum, t.d. durur, baðirum o.t., so tey eru hóskilig til nútímans nýtslu sum sethús.

6. gr. Ásetingar fyri øki C: Vinnuendamál

l. Økið verður lagt av til atvinnuvirki, t.e. heilsøluhandlar, goymslur, verkstaðir, grótbrot og ídnað og til tænastuvirksemi í sambandi við tey, bilstøðlar o.t.. Í serstøkum førum verður loyvt at innrætta íbúð til virkiseigaran ella starvsfólk.

2. Grundstykki skulu vera i minsta lagi 650 m2 til støddar.

3. Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,5.

Eingi hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 8,5 m yvir miðaljørðildi (miðal við húsahornini).

7. gr. Ásetingar fyri øki D: Havnarøki

l. Økið verður lagt av til havnaendamál (herundir eisini bátahavnir) og virki, ið hava samband við skipaferðslu og fiskivinnu og til virksemi, ið hevur samband við tey, bilstøðlar o.t..

2. Byggingarstigið fyri havnarøkið sum heild má ikki fara upp um 0,3.

3. Eingi hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 8,5 m yvir miðjaljørðildi (miðal við húsahornini).

 

Bygging til vinnuendamál má ikki verða sett nærri bryggjutrom enn 10 m ella nærri aðrari bygging enn 5 m.

8. gr. Ásetingar fyri øki E: Almennir stovnar

l. Økið verður lagt av til almennar stovnar, til undirvising, heilsurøkt, mentanarlig og átrunaðarlig endamál o.t.

2. Innan fyri økipartarnar mugu bara verða gjørd slík virki ella hús, ið samsvara við endamálið hjá avvarðandi økispørtum og tænastuvirksemi, ið hava samband við tey.

3. Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,3.

Hús kunnu bara verða bygd eftir eini byggiætlan, sum bygdaráðið hevur góðkent fyri eitt nátturligt avmarkað øki.

9. gr. Ásetingar fyri øki F: Almenn frítíðarøki

l. Økið verður lagt av til ítróttarvøllir, spælipláss, útiverupláss o.t.

2. Innan fyri økini mugu bara verða gjørd virki ella hús, ið samsvara við endamálið hjá avvarðandi økispørtum og tí tænastuvirksemi, ið hevur samband við tey.

3. Hús kunnu bara verða bygd eftir byggiætlan, sum bygdaráðið hevur góðkent fyri eitt nátturliga avmarkað øki.

Planting av runnum og trævøkstri kann bert fara fram eftir góðkendari plantingarætlan.

 

10. gr. Ásetingar fyri øki H: Frílendi.

1. Frílendi t.e. bøur og lendi, sum ikki má byggjast á. Tað eru lendi, sum løgd eru av til varðveitingar av nátturu, fornminnum o.t. og til at fríðka um bygdina og gera hana dámligari at búgva í.

2. Á teim í l. stk. fyrr nevndu økjum mugu bert verða gjørdir vegir, gøtur, bilstøðlar, veitingar, garðar o.t. Á teimum einstøku økjunum kunnu verða reistir bygningar, sum skila til virðið á økinum.

Útstykking má ikki fara fram.

11. gr. Ásetingar fyri øki K: Landbúnaður.

l. Øki K er tað sum er eftir er av kommununi tá ið frammanundan nevndu økini eru tikin frá og verður tað nýtt til landbúnað, vakstrarhús, grótbrot, fiskaalistøðir o.a.

 

 

 

2. Loyvt er bert at byggja hús, ið neyðug eru til tess at tryggja fullgóðan rakstur av virkjum við teim endamálum, sum nevnd eru í l. stk. Tó er loyvt at gera slík teknisk virki og hús, ið neyðug eru til ravmagns- og vatnveitingar, til burturveiting av skarnvatni og til telefon- og telegrafsamband og í sambandi við vegahald.

Hús og teknisk virki skulu vera soleiðis til útsjóndar og setast soleiðis í lendinum, at tey lýta landslagið minst gjørligt.

12. gr. Útstykkingar

1. Útstykking til tey endamál, sum nevnd eru í greinunum kann bert verða framd eftir útstykkingarætlan, sum bygdaráðið hevur góðkent fyri eitt nátturliga avmarkað størri øki uttan um avvarðandi grundstykki.

13. gr. Vegir

1. Lagdir verða av vegir við leið og legu sum í stórum er tilskilað á hjálagda korti.

2. Bygdaráðið er heimilað at gera av hvussu markið millum grundstykki og veg skal greiðast.

Mál um bygging fram við landsveg skulu viðgerast sambært ásetingum í løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972.

Byggingarfyriskipandi ásetingar

14. gr. Byggingarfráleikar

l. Øll bygging skal i minsta lagi vera 2,5 m frá grannamarki. Minsta fráleika frá kommunalum vegi ásetur bygdaráðið, meðan landsvegamyndugleikin ásetur fráleikan frá landsvegi.

2. Bilskúr, hjallar og úthús kunnu verða bygd nærri grannamarki eftir nærri reglum, ið byggivaldið setur .

Hesir fráleikar og annars teir, ið umrøddir eru í ásetingunum, verða máldir vatnrætt uttan at rokna við jarðarmuni og hornrætt á markið.

15. gr. Útrokning av nýtingarstigum o.a.m.

l. Størsta loyviliga byggingarvídd verður ásett fyri hvørja einstaka grund sum eitt lutfall millum grundviddina á húsunum og víddina á grundøkinum. Talið, ið soleiðis kemur út, merkir byggingarstigið.

2. Størsta loyviliga ummál av byggingini verður ásett fyri hvørja einstaka grund sum eitt lutfall millum bruttohæddarvíddina og víddina á grundøkinum. Talið, ið soleiðis kemur út, merkir nettonytingarstigið.

3. Hæddarviddin á einari bygging verður utroknað við at leggja saman allar hæddirnar. Mátið verður roknað frá útsíðuni á teimum avmarkandi útveggjunum.

4. Viddin á tí partinum av kjallarahæddini, ið hevur eina fría hædd, sum er minst 2,30 m, og gólvið liggur yvir lægsta jørðildi, verður roknað uppí við 50 %.

5. Er eingin kjallari, kann byggivaldið fyri vanlig sethús loyva, at 10% verður lagt afturat mest loyvdu samlaðu gólvvíddini.

6. a) Víddin á nýtandi loftshædd verður vanliga roknað sum í mesta lagi 60 % av hæddini beint niðri undir.

b) Víddin á nýtandi loftshædd, sum hevur eina fría hædd, ið er mist 2,30 m, verður roknað sum víddin á vatnrøttum plani 1,50 m omanfyri loftsgólvið, mált innan.

Er trimpil gjørdur, ið er hægri enn 1 alin, verður loftshæddin roknað sum ásett í stk. b.

16. gr. Broytingar í byggisamtyktini

Broytingar í byggisamtyktini kunnu verða gjørdar eftir bygdaráðssamtykt og við góðkenning landsstýrisins eftir reglum um samtykt og góðkenning av nýggjum byggisamtyktum.



 

 

Viðurskiftini. sum tey eru

Kunoyar bygd liggur í Kunoyar kommunu á vestursíðuni á Kunoynni. Bygdin liggur undir Lítlafjalli við Kúvingafjalli fyri norðan og Urðafjalli fyri sunnan.

Bygdin fekk vegasamband til Klaksvíkar um byrgingina um Haraldssund, tá ið tunnilin við tilhoyrandi vegum varð tikin í nýtslu í 1988.

Kunoyar bygd hoyrir til Norðoya Sýslu. Í bygdini er kirkja og kirkjugarður. Núverandi kirkjan bleiv bygd í 1867. Eisini er skúli í bygdini, sum varð bygdur í 1887, har børn ganga úr fyrsta til sjeynda klassa. Framhaldsdeildin er í Klaksvík. Salurin bleiv bygdur í 1938.

Í bygdini er bygdarstova, frammi við Sjúrðarstakk, sum mest verður nýtt til smærri mentunarlig tiltøk.

Í 1992 varð bygdarfelagið "Vesturskin" stovnað, sum rekur bygdarstovuna. Bygdarfelag hevur verið í bygdini í gamlari tíð, t.d. kann nevnast, at í Kunoy varð felag stovnað undir heitinum Kunoyar Lestrarfelag. Hetta felag var virkið fram til eftir l. heimsbardaga.

Lending og dráttur eru, sum fyrr vóru nýtt til allan flutning til og frá bygdini. Í 1978 bleiv vegur bygdur oman til lendingina. Hetta var byrjanin til vegagerð í Kunoynni, sum seinni fekk samband við tunnilin. Nú, ið vegasamband er komið við byrging og tunnli verður vituliga lendingin ikki so nógv brúkt longur. Tó verður lendingin brúkt nú sum áður í sambandi við útróður .

Til bygdina hoyra 32½ mørk og harav eru 26 merkur og 4 gyllin ognarjørð, meðan 6 merkur og 4 gyllin eru kongsjørð.

Kunoyar kommuna hevur verið ein kommuna síðani 1930. Áðrenn tað voru Kunoyggin og Kalsoyggin sarnan og fevndu um 3 kirkjusóknir: Kunoyar sókn (Kunoy, Haraldssund og Skarð), Mikladals sókn (Trøllanes og Mikladalur) og Húsa sókn (Húsar, Syðradalur og fyrr Blankskáli).

Viðalund varð um aldamótið plantað við Myllá nakað niðan fra býlinginum Heima í Húsi. Viðalundin er vituliga nakað merkt av ódnarveðrinum í 1988-89; men tykist annars at trívast væl.

Fótbóltsvøllur, sum hóskar til heimliga tørvin í bygdini, varð útlagdur í 20-unum. Tá varð eisini Kunoyar ítróttarfelag stovnað, sum hevur verið virkið til tíðir.

Tað sum ger Kunoyar bygd serliga hugnaliga er, at bygdin er í trimum býlingum við dyrkaðum bøi í millum býlingarnar og væl niðan frá bygdini. Bygdin er umgird av laðaðum grótgarði runt allan bøin (Eingjagarðurin). Arbeiðið av at laða garðin varð liðugt umleið 1890.

Fyritreytirnar fyri skipanini

Fólkatalið í kommununi tók til, tá ið bygdin fekk vegasamband. Í 1970 búðu 119 fólk í kommununi. Hetta talið fall í 1977 til 101 folk og fall niður í 90 folk í 1986, sum er lægsta fólkatal, sum verið hevur í kommununi. Síðani vegasambandið kom í 1987-88 hevur fólkatalið verið í støðugum vøkstri. 31.12.1993 búðu 134 folk í Kunoyar kommunu.

Fólkatalið í Kunoyar kommunu

Ár íbúgvar tilsamans

1970 119

1977 101

1982 108

1984 100

1986 90

1988 110

1990 115

1992 132

134

Í 1977 var talið av húskjum í kommununi 25, t.e. at talið pr. hús var tá 2,44. Í dag eru yvir 40 húski í kommununi.

Hóast fólkatalið ikki er í munandi vøkstri, og talið av íbúgvum pr. hús ikki er í størra lagi, er rætt at leggja nakað av øki út til nýggj hús.

Bæði tí, at ofta er trupult og kostnaðarmikið at seta gomul hús í hóskandi stand, og eisini tí at yngra ættarliðið ofta ynskir eitt annað slag av húsum enn tey verandi húsini.

Eisini er víddin á teimum nýggju húsunum størri og sniðið øðrvisi enn á teimum eldru, og ger hetta, at tey nýggju húsini sum oftast ikki hóska at verða sett tætt uppat teim gomlu húsunum.

Hugsanin og aðaltátturin í skipanini

Sum áður nevnt hevur Kunoyar bygd frá aralds tíð verið 3 býlingar, sum norðanífrá eita Norð í Húsi, Heimi í Húsi og Suðuri á Bø.

Vanliga hevur verið hildið, at Heimi í Húsi er elsti býlingur í Kunoy, meðan Suðuri á Bø hevur verið til sum býlingur, tað menn vita um. Norð í Húsi búði einki fólk í tíðarskeiði uppá eini 100 ár.

Dentur verður í byggisamtyktini lagdur á, at varðveita teir gomlu partarnar av bygdini, bøin, og tey sermerktu landslagseyðkennini. Gamla matrikuleraða bøin, sum liggur millum býlingarnar: Norðurbøur, Dalsbøur og Suðurbøur, soleiðis at hesi øki verða varðveitt sum frílendi, fjøruna o.t.. Hetta ger tað meira dámligt at búgva í bygdini hjá bygdarfólki og meiri áhugaverda fyri tey ferðandi, sum koma til bygdar.

Tey hús, ið verða bygd í dag, eru størri enn fyrr var vanligt, og fólk búgva annarleiðis og hava onnur ynski enn fyrr, so sum pláss til bilhús, uttanum øki til urtagarð o.a.

 

Nýggjur vegur er lagdur úr landsvegnum til nýggjan býling Uppi á Keldu og ætlanin er at sambinda bygdavegirnar, soleiðis at koyrast kann millum nýggja býlingin og hinar býlingarnar uttan beinleiðis at noyðast at fara út á landsvegin.

Sum er, er ferðslan ofta í skjótara lagi eftir landsvegnum til bygdina, og hevur kommunan ætlanir um at samráðast við vegamyndugleikar landsins um at fáa til vega eina loysn við eini rundkoyring, sum kundi komið at virka sum ein darvandi liður í ferðsluni og samstundis verið til bata fyri ferðslutrygdina á staðnum.

Ætlanin er at varðveita tann laðaða Eingjargarðin sum sereyðkenni, og bøtt eigur at verða um hann har tørvur er á tí.

Eisini skal vera loyvt, har tað ikki er til ampa fyri viðurskiftini á staðnum, at varveita gamlar hjallar og gróthus. Tað er bert 1 neyst sum stendur upp í gomlum stíli (Trantaneystið), sum stendur Norð í Húsi omanfyri Skarðdalshellu, har bátar ofta blivu tiknir upp fyrr, tá ið ikki var lendandi undir Kleivini.

Eisini finnast onnur fornminni í bygdini, t.d. kann nevnast at Fornminnisfelagið hevur vælt um eina av myllunum, Lítla Mylla Heimi í Húsi, og Sornhúsið Suðuri í Bø er eisini umvælt.

Í hesum viðfangi eru ikki løgd øki út til beinleiðis vinnuendamál; men er ætlanin at taka planin til endurskoðanar í hesum sambandi, tá ið tørvur verður á vinnuøki.

Vatnveitingin í bygdini verður útbygd, soleiðis at tryggari vatnveiting verður til taks í bygdini og teim nýggju sethúsaøkjunum.

 

Trygging og útinning

LÓGARGRUNDARLAG

Býarskipanin og byggisamtyktin hava tey stevnumið, sum lyst eru í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir nr. 13 frá 21. mai 1954, við broytingum sambært løgtingslóg nr. 48 fra 28. mai 1984.

Av øðrum lógum, ið tydning hava fyri býarskipan og byggisamtykt kunnu nevnast:

l. Løgtingslóg um náttlúrufriðing nr. 48 fra 9. juli 1970.

2. Løgtingslóg um friðing av fornminnum og bygningum, nr. 19 fra 16. september 1948.

Løgtingslóg nr. 134 fra 29. oktober 1988 um Umhvørvisvernd.

4. Løgtingslóg um landsvegir nr. 51 frá 25. juli 1972.

5. Løgtingslóg nr. 78 fra 12. juni 1986 um eldsbruna o.a.

 

Endamálið við býarskipanini

Endamálið við býarskipanini er at fastseta meginreglurnar í núverandi og ætlaðu skipan og bygging í kommununi. Býarskipanin er fremst ein hent búskaparlig atgerð sum miðar ímóti at skipa framtíðarbyggingina út frá funktionellum heildarsjónarmiðum.

Býarskipanin skal samstundis tryggja, at verandi bygging, eyðkend eginmerki í landslagnum og dyrkilendi verða vird og møguliga varðveitt. Býarskipanin er ein samantikin yvirlitsskipan, sum sigur frá endamáli bygdaráðsins.

Endamálið við byggisamtyktini

Endamálið við byggisamtyktini er at fastseta gjøllari reglur fyri framtíðar byggingarviðurskifti á teimum ymisku nýtsluøkjunum og sigur bert í serstøkum førum í staklutum frá, hvussu ein einstakur økispartur skal verða útstykkjaður. Harafturímóti ber til fyri ein økispart at gera eina lýsingarskipan, ið kann geva hugmyndir, tá ið seinni verður útstykkjað ella møguliga ein serlig byggisamtykt verður gjørd.

Samanhang við aðrar skipanir

Umframt býarskipanir og byggisamtyktir, sum kommunurnar sita fyri, er ein røð av sektorskipanum, sum hægri myndugleikar greiða úr hondum, sum t.d. (l) vega- og havnarlagsskipanir, (2) el-veitingarskipanir, (3) skipanir fyri útbygging av heilsuverkinum o.a.m.. Býarskipanin er undirgivin sektorskipanunum og teimum almennu ásetingum í øðrum lógum, sum avmarka bygging, men er sett yvir innihaldinum í byggisamtyktini viðvikjandi økisvíddini og nýtslu tess.

Samtykt og trygging

Býarskipanin og byggisamtyktin skulu verða samtyktar av bygdaráðnum og góðkendar av landsstýrinum.

Býarskipanin hevur ikki í sær sjálvari bindandi rættargildi mótvegis tí einstaka grundeigara ella borgara. Harafturímóti gevur byggisamtyktin kommununi rætt til at ognartaka jørð, sum tað eftir skipanini fer at hava alstóran týdning fyri kommununa at ráða yvir.

Kommunan er skyldug í fyrisiting síni yvirhøvur at fylgja góðkendari býarskipan - og kann tessvegna ikki góðkenna umsóknir um nýbygging og nýgerð, sum koma í stríð við skipanina.

Har ið ræður um at tryggja tilskapan í staklutum av einum økisparti, kann verða rúmkað um ásetingarnar í byggisamtyktini við at gera serliga byggisamtykt. Hetta kann t.d. koma fyri, har ið ein vil hava nýtt bústaðarøki skapað við felags dámi á húsunum og stødu teirra á grundini, ella har ið talan er um at varðveita eldir býarpart viðvíkjandi útsjónd húsanna: litir, tilfar, umsiting, stórar umvælingar, afturat- og umbygging, merking o.a.m.

 

Kunngerð

Áðrenn uppskot til byggisamtykt verður sent landsstýrinum, skal tað verða lagt fram til almenna eftirskoðan á staði, sum er høgligt hjá íbúgvunum, í 3 vikur í minsta lagi, aftaná at hetta hevur verið almannakunngjørt.

Møgulig mótmæli og broytingaruppskot til uppskotið til byggisamtykt skulu vera kommunustýrinum í hendi áðrenn 3 mánaðir eru gingnir frá kunngerðardegnum.

Mótmæli og broytingaruppskot, sum kommunustyrið ikki samtykkir í, skulu fylgja við uppskotinum, tá ið hetta verður sent landsstýrinum til góðkenningar.

Um so er, at byggisamtyktin hevur ásetingar fyri nakrar fáar ognir, kann byggisamtyktin verða tinglýst.

Avleiðingar fyri fastognarmenn

Býarskipanin ella byggisamtyktin kann ikki áleggja einum fastognarmanni at broyta nýtslu av ogn síni, sjálvt um han er á øki, sum skipanin sigur skal nýtast á annan hátt.

Einki er kortini til hindurs fyri, at t.d. á bústaðaøkjum kunnu stovnast smáir handlar til at veita fólki á staðnum dagligar nýtsluvørur ella smá virki, sum ikki er til bága fyri tey sum búgva uttanum.

Tá ið vissar fortreytir eru, sum greindar eru í lógini, kann fastognarmaður krevja, at tað almenna yvirtekur ogn hansara, alla ella ein part, móti endurgjaldi.

Stigbýting

Til tess at tryggja ein tílíkan vøkstur, at býurin (bygdin) støðugt er ein heild, hevur býarskipanin eina býting í stig, t. v .s. frágreiðing um, í hvørjari raðfylgju økini eiga at verða bygd. Nær gingist verður frá einum stigi til næsta, fer eftir, hvussu skjótur vøksturin er.

Umframt teir fyrimunir, sum útbygging í stigum ber við sær, eru eisini teir figgjarligu fyrimunirnir eyðsýnir, við tað at keyp av øki, gerð av nýggjum vegum, veitingarleiðingar og kloakk bert verða gjørd so hvørt tørvur er á tí og fáastaðni ísenn.

Endurskoðan

Skipanin er framhaldandi arbeiðslag. Til tess at gera býarskipanina til eitt veruligt arbeiðsamboð fyri kommuna er neyðugt við jøvnum millumbilum - og minst einaferð í hvørjum valskeiði - at taka hana upp til metingar og møguliga endurbøting. T .d. kunnu fortreytirnar fyri støddini av teim avløgdu økjunum broytast eftir fáum árum.

Broytingar býarskipan og byggisamtykt verður at gera eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri gerð av nýggjum býarskipanum/byggiviðtøkum.

KALENDARI

«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

SAMBAND

Kunoyar kommuna 

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Tel. +298 21 68 14 

kunoy@kunoy.fo


Skrivstovan

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Opið er:

Mánadagin frá 9:00 til 11:00


Myndir