Kunoyar kommuna stuðlar átakinum Earth Hour. Tí fer kommunan at sløkkja gøtuljósini í morgin í 1 tíma, fyri at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar.

Í morgin, leygardagin 27. marts 2021 kl. 20.30 – 21.30, sløkkir Kunoyar kommuna øll gøtuljósini.
Earth Hour er eitt afturvendandi átak, har endamálið við átakinum, er at gera fólk kring heimin varug við veðurlagsbroytingar og harvið umhvørvi.

Øll eru vælkomin at sløkkja ljósini í ein tíma, frá k. 20.30 – 21.30, soleiðis at vit øll kunnu vera saman um Earth Hour.

Ynskir tú meir kunning um átaki, trýst á leinkjuna: http://www.earthhour.org