Leygardagin 1. juni 2019 rennur Krúnprinsurin 10 km í Klaksvík. Hetta er í samband við Royal Run 2019, sum í ár verður skotið í gongd í Klaksvík.

Longu nú eru yvir 3.600 luttakarar, sum hava teknað seg til tiltakið. Klaksvíkar kommuna og Treysti eru sera fegin um hendan serstaka møguleikan, og ynskja at geva rennarum, gangarum og áskoðarum eina ógloymandi uppliving.

Tiltakið kemur at ávirka ferðsluna í býnum hendan dagin. Partar av býnum verða stongdir fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu ávís tíðspunkt, og setir tað eisini avmarkingar fyri borgarar norðanfyri Klaksvík. Víst verður til viðløgdu kort.

Kortið er gjørt í samráð við tilbúgvingina í Norðoyggjum, Landsverk og ferðslutoymið hjá løgregluni.
Um tit hava spurningar ella viðmerkingar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Fríðu Næs á tel. 229701 ella senda teldupost til fridan@klaksvik.fo

Vegna Jógvan Skorheim

Vinaliga

Fríða Næs
Samskiftisfólk,
Klaksvíkar kommuna

Sí viðfestu skjøl fyri at síggja kort yvir stongdir vegir og ferðslu
Royal_Run_Stongdir vegir  og Royal_Run_ferðsla