Kommunan

Kunoyar Kommuna fevnir um bygdirnar Haraldssund, Kunoy og Skarð, ið er av tofta. Fólkatalið er vaksandi, og var pr. 23. oktobur 2018 búðsitandi tilsamans 151 fólk í kommununi. Í Haraldssundi búgva 76 fólk og í Kunoy búgva 75 fólk.
Kunoyar Kommuna er limur í Kommunufelagnum, har borgarstjórin er okkara umboð.
Skattaprosentið er 18,5 %, og barnafrádrátturin er kr. 7.000,- fyri hvørt barnið undir 18 ár.