Kommunustýrisskipan

Kapittul I

Kommunustýrið

§ 1: Kommunustýrið í Kunoyar Kommunu hevur 5 limir, ið verða valdir eftir kommunalu vallógini.

Stk. 2: Kommunustýrið ásetur nærri reglur um sína málsmannagongd í eini fundarskipan.

§ 2: Kommunustýrið velur ein borgarstjóra, sum er settur í 1/4 brøk og en varaborgarstjóra.

Kapittul II

Samsýningar

§ 3: Kommunustýrið verður lønt við fundarsamsýning samb. § 1, nr. 1 í kunngerð nr. 121 av 22. desember 2000 um samsýningar til kommunustýrini. Aðrar nevndir verða løntar á sama hátt.

Kapittul III

Borgarstjórin

§ 4: Nærri reglur um virksemi borgarstjórans í samband við kommunustýrisfundir verða ásettar í fundarskipanini.

§ 5: Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini, samb. kpittul 4, -6 og -8 í kommunustýrislógini.

Stk. 2: Borgarstjórin skal ansa eftir, at tey mál, ið krevja kommunustýrisviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin.

Stk. 3: Borgarstjórin skal síggja til, at málini verða avgreitt uttan óneyðuga seinking. Borgarstjórin kann krevja allar upplýsingar um mál og málsavgreiðslu, sum er hjá nevndum og starvsfólkum.

Stk. 4: Borgarstjórin ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum kommunustýrisins. Um borgastjórin verður varugur við, at tað ikki fyriliggur játtan fyri eini ætlan, veður málið at leggja fyri kommunustýrið.

§ 6: Borgarstjórin stjórnar fíggjarviðurskiftum og roknskaparhaldi kommununar, og hevur eftirlit við allari umsiting kommununar, ið hevur við peningalig og fyrisitingarlig viðurskifti at gera.

Stk. 2: Borgarstjórin ásetur nærri reglur um mannagongdir í eini bókhaldsskipan, ið gjølla sýnir, hvussu kommunuognin verður umsitin.

§ 7: Borgarstjórin skal gera uppskot til fíggjarætlan.

Stk. 2: Við hvørja upphædd í uppskotinum skal vera viðmerkt:

1) tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ár,

2) tann upphædd, ið er avsett fyri verandi fíggjarár og

3) tann upphædd, ið er inngoldin ella brúkt í farna fíggjarári.

Stk. 3: Viðmerkingar skulu vera við hvørja konto um undir hvørjum treytum upphæddin kann brúkast og hvør ið hevur ábyrgd av kontoini.

Stk. 4: Tær íleggingar- og fíggjarætlanir, ið borgarstjórin hevur gjørt, verða lagdar fram saman við uppskotinum til ársfíggjarætlanina. Við uppskotinum skulu eisini fylgja upplýsingar um tær fíggjarligu broytingar, sum kunnu væntast í komandi fíggjarári.

§ 8: Hevur borgarstjórin forfall, yvirtekur varaborgarstjórin uppgávurnar í samband við fundarleiðsluna og aðrar uppgávur, í tann mun borgarstjórin áleggur honum.

Kapittul IV

Onur viðurskifti

§ 9:Kommunustýrislimur kann skrivliga heita á borgarstjóran um at fáa upplýsingar og teknisk hjálp í samband við fyrireiking til fundir.

Stk. 2: Borgarstjórin ansar eftir, at allir kommunustýrislimirnir fáa upplýsingarnar, sum eru útvegaðir, samb. stk. 1.

§10:Beinleiðis atgongd til skjalagoymsluna er avmarkað til borgarstjóran og skrivaran/journalføraran.

Stk. 2: Borgarstjórin setur nærri reglur um mannagongdir viðvikandi journalskipanini.

§ 11: Listi yvir virðisbrøv í ogn hjá kommununi er goymdur í brandsikraðum skapi á kommunuskrivstovuni.

§ 12: Grannskoðari hjá kommununi er Kaj Joensen, sp/f "Revision".

§ 13: Hesar viðtøkur fáa gildi tann 1. juli 2001.

Stk. 2: Uppskot tl broytingar í hesum viðtøkum og uppískoyti skulu verða viðgjørd á tveimum kommunustýrisfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar millum hvønn fundin.  

 

Soleiðis samtykt á kommunustýrisfundi tann 28. mai 2001 og 23. juni 2001.

 

Heini O. Heinesen, borgarstjóri                      John Damberg, varaborgarstjóri

Atli Vilhem                             Jaspur Kruse                             Hanna Klettskarð 

 

 

KALENDARI

«2017»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

SAMBAND

Kunoyar kommuna 

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Tel. +298 21 68 14 

kunoy@kunoy.fo


Skrivstovan

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Opið er:

Mikudag frá 8:00 til 9:00


Myndir