KUNNGERÐ

Hervið verður gjørt kunnugt, at atkvøðugreiðslan til lógtingsvalið

Leygardagin 31. August 2019

í Kunoyar kommunu fer fram í bygdarhúsinum í Kunoy frá kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:

Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið, tann 30. august 2019 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 459900 ímillum kl 9 – 11

Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 10.00, tann 31. august 2019

Heimaval:

Veljarar, ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 459900

Valkort:

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna, og verða tey send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.

Valstað:
Á fyrsta sinnið er eitt valdømi í Kunoy, og tað vil siga at nú skulu allir borgar í Kunoyar Kommunu velja í Kunoy.
Eisini hevur kommunustýrið samtykt at skifa høli, soleiðis at betur atkomu møguleikar eru.
Valið verður fyri fyrstuferð í bygdarhúsinum í Kunoy, inngongdin er omanfyri húsið. Sí mynd:

Minnist til at hava valkortið við á val.

Kunoyar Kommuna