ÚTIVIKA 2017

 Í viku 21 skipar Kunoyar Kommuna fyri útiviku, har øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Ruddingardagur 22. mai klokkan 16:30-20:00

Vit møta í bygdarhúsinum í Haraldssundi, har vit bjóða okkurt til matna kl. 16:30. Farið verður síðani at rudda í báðum bygdunum. Handskar og sekkir verða at fáa í bygdarhúsinum.Býtið tykkum upp í smáar bólkar, so at báðar bygdirnar verða ruddaðar.

Alt órudd verður savnað í sekkir/rúgvur fram við vegunum, so IRF- bilurin kann heinta ruskið. Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir og tað, sum ikki brennir.

Vit gevast at rudda klokkan 20:00, og savnast í bygdarhúsinum í Kunoy til ein kaffimunn.Vónandi verður undirtøkan góð, so vit kunnu njóta okkara vøkru náttúru.


Spælipláss dagur 23. mai klokkan 16.30 – 20.00

Møtt verður á spæliplássunum í bygdunum, har okkurt verður til matna. Farið verður at mála og rudda á spæliplássunum. Eisini verur høvið at planta í pottar.

Liggja tit inni við málingar restum, eru tit vælkomin at taka tær við.

Vit gleða okkum at síggja bæði vaksin og børn.  


Útferð til Skarðs 25. mai klokkan 09.00

Byrja verur í bygdarhúsinum í Haraldssundi klokkan 09.00, har morgun matur verur at fáa. Vit taka matpakka við okkum, sum vit fáa í bygdarhúsinum, áðrenn farið verur. Klokkan 10.00 byrja vit so smátt at ganga. Frásøgu fólk verur við á túrinum.

Av tí at tað Kristi himmalsferðardagur er 25. mai, verður lesturin fluttur til Skarðs. Annbjørg á Høvdanum lesur.

Um onkur ikki setur seg føran at ganga norð, verður høvið til at verða førdur norð. Vinarliga boða frá á tlf. 255616, í seinasta lagi 24. mai.

Vónandi verður undirtøkan góð til hesar dagarnar.


Vinarliga


Kunoyar Kommuna

KALENDARI

«2017»Í dag«Aug»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

SAMBAND

Kunoyar kommuna 

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Tel. +298 21 68 14 

kunoy@kunoy.fo


Skrivstovan

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Opið er:

Mánadagin frá 9:00 til 11:00