Góðu borgarir

Kunoyar Kommuna er við í átakinum Rudda Føroyar, sum er í døgunum 12. til 19. septembur. Endamálið er at arbeiða fyri einum ruskfríum Føroyum, og tí hava vit valt, at vit fara at rudda byrgingina um Haraldssund og inni í tunlinum – á hesum støðum er ofta nógv rusk at síggja. Tit gera sjálv av, hvat av hesum støðum tit vilja rudda.Vit fara at rudda mikudagin 16. sept og leygardagin 19. sept. Báðar dagarnar hittast vit við byrgingina. Vit hava rusksekkir. Mikudagin byrja vit at rudda kl. 17.00, og tá vit eru liðug, fáa vit ein drekkamunn í bygdarhúsinum í Kunoy. Leygardagin byrja vit at rudda kl. 14, og tá vit eru liðug fáa vit ræsta súpan í bygdarhúsinum í Haraldssundi.Tað hevði verið gott, um øll, sum koma at rudda, boða frá. Tað er gott hjá okkum at vit vita, hvussu nógvan mat vit skulu gera.

VinarligaTrivnaðarnevndin