Góðu borgarir,
Kunoyar Kommuna hevur sett eitt skelti upp á vegnum Niðan Viðarlund, hettar tí, vit hava haft trupuleikar av at ferðafólk o.o. nýta vegin, sum bert er gjørdur til landbúnaðarbrúk.
Í summar hava 5 bilar koyrt útav og fleiri hava staðið fastir.
Tit sum nýta vegin til landbúnaðarbrúk og vera vinarliga biðin um at hanga skelti fyri aftur tá tit hava koyrt eftir vegnum.

Gevið gætur – tit sum nýta vegin til gongutúrar o.a. eru sjálvandi vælkomin at nýta vegin til hettar, minnist bert til at koyra skelti fyri aftur.

Vinarliga Kunoyar Kommuna