Søgu

Kunoyar Kommuna.

Havnin gjørdist fyrsta kommunan í Føroyum við danskri rikisdagslóg frá 1866. Restin av landinum varð skipað í 7 kommunur í 1873. Kommunalu eindirnar komu at samsvarað við tey 7 prestagjøldini, landið hevur verið býtt upp í síðani trúbótina, og Norðoyggjar vóru soleiðis skipaðar sum ein eind, kommuna og prestagjald. Harumframt var gamla sóknarskipanin, har Norðoyggjar vóru skipaðar í 7 sóknir, eisini galdandi. Í Norðoya Kommunu kundu vera ikki færri enn 5- og ikki fleir enn 9 limir. Teir skuldu veljast soleiðis, at í minnsta lagi ein var úr hvørjari sókn, og teir írestandi tveir veljast í felag av øllum borgarunum í kommununi.

Í 1907 søkti Vágs sókn (Klaksvík) um at sleppa burturúr Norðoya Kommunu. Eingin beinleiðis grundgeving var fyri hesum, men hildið verður, at menningin í Klaksvík síðani fríhandilin 1856 setti størri krøv til útbygging, men eisini skattligar, vinnuligar og umsitingarligar grundir hava verið fyri sundurskiljing. Men tað var ikki bara Vágs sókn, ið vildi gerast leys av Norðoya Kommunu. Umsókn var eisini komin til løgtingið frá einum meiriluta av veljarunum í Kunoy, Mikladal og Húsa sókn um, at hesar vildi verða skildar sundur frá felags kommununi og skipast sum ein sjálvstøðug kommunal eind. Sostatt varð Norðoya Kommuna skild sundur í tríggjar kommunur í 1907: 1. Vágs sóknar kommuna, 2. Viðareiðis, Fugloyar og Svínoyar sóknar kommuna og 3. Kunoy, Mikladal og Húsa sóknar kommuna. Seinri fóru hesar so sundur í sjálvstøðugar eindir, og síðani 1930 hava bygdirnar á Kunoynni - Kunoy og Haraldssund - verið saman í einari kommunu. Kommunustýrislógin varð við ávisum broytingum galdandi til 1972, tá nýggj kommunulóg varð sett í gildi.

Kunoyggin er ein av teimum seks oyggjunum vit nevna undir felagsheitið Norðuroyggjar. Navnafrøðiliga er hon nær skild við grannaoynna Kalsoy. Báðar bera navnið eftir tveimum drangum, ið hava staðið við norðurendan á oyggjunum. Kalsoy eftir Kallinum (Kallurin), sum hvarv í havið eftir ein høgættaródn 28. februar 1920, og Kunoy eftir Konuni (Konan), ein 66 m høgur drangur, ið stendur undir Kunoyarnakki. 


Tríggjar bygdir hava tað vit vita verið á Kunoynni: Kunoy, Haraldssund og Skarð.

Kunoyggin er hægsta oyggj í Føroyum. Seks av teimum níggju hægstu fjøllinum í landinum finnst á Kunoynni, øll omanfyri 800 m høg.


Kunoy:

Kunoyggin er 64½ mørk,  32½ mørk hoyra til bygdina Kunoy, og er hetta øll vestursíðan. Hinar 32 merkurnar á eystursíðuni eru býttar ímillum Haraldssund, 16 merkur og Skarð, 16 merkur.

Bygdin og býlingarnir.

Bygdin Kunoy liggur á vestursíðan á Kunoynni. Hóast oyggin er 14 km long, er bara tann eini møguleikin fyri føstum búplássi á vestursíðuni, og har liggur bygdin á flatanum undir Skarðdali og Lítladali. Omanfyri dalarnir eru Lítlafjalli og Kúvingafjalli fyri norðan og Urðafjalli fyri sunnan. Ongar fornfrøðiligar kanningar eru gjørdar í Kunoy, ið kunna siga nakað um aldur á bygdini, men haldast má, at hon er bygd í landnámstíðini.

Tríggjar rættuliga stórar áir renna oman gjøgnum bygdina, Garðá, Myllá og Skarðdalsá, og tríggir býlingar hava verið frá fyrndini í bygdini, og liggja teir við hvør sín á. Suðuri í Bø, Heimi í Húsi og Norðuri í Húsi. Í 1737 eru tveir býlingar, Heimi í Húsi og Suðuri í Bø. Gamalt er, at Norð í Húsi skal vera triði býlingurin í Kunoy. Har skal fólk hava búð í gomlum døgum, men um ár 1700 doyr býlingurin út. Í 1825 búgva aftur fólk Norð í Húsi. Fólkateljingin í Føroyum í 1801 vísur, at bygdini Kunoy búgva 13 familjur, sum telja tilsamans 64 fólk.


Í 1930´unum varð farið undir at gera ein uppdyrkingarveg í Kunoy. Hann gongur sunnan av Bø, níðan frá Garðá, framundir víðarlundini, har ein rættuliga stór brúgv bleiv gjørd um Myllá, og so norðureftir omanfyri bygdina, og oman aftur gongur hann í hin gamla vegin Norðuri í Húsi. Tað tók nakrar vetrar at gera vegin, og er hann um 1½ km til longdar. 

Síðani vegasamband kom til bygdina er stór útstykking gjørd í bygdini. Hendan útstykkingin liggur sunnanfyri Garðánna, og omanfyri býlingin Suðuri á Bø, og er fleiri nýggj hús bygd har, eins og grundstykkir eru tøk til framtíðar sethúsabygging.

Lendingin.

Sambandið hjá kunoyingum við umheimin gekk fyri tað mesta um lendingina undir húsinum Heima í Húsi, niðri við Holma. Har vóru í gomlu døgum tveir hólmar, og gjógvin, har sum uppskipað var, hólmarnir vóru uttanfyri gjónna. Stórhólmur úttast og Lítlihólmur innanfyri. Sunnanfyri Lítlaholm var Sporið, har batadrátturin var. Fleiri lendingarpláss eru annars á kunynni, ið bygdafólkið nýtti, t.f. tætt sunnanfyri ta vanligu lendingina var lendingin Suðuri á Rætt, ið ofta varð nýtt í brimi. Kunoyingar høvdu sum hinar bygdirnar á oynni eisini landingspláss á Fiskimøl sunnanfyri Haraldssund. Á Møl, suðuri í nesinum, tætt við markið millum Kunoy og Haraldssund sæst farvegur eftir neystatoft, ið kunoyingar hava havt í gomlum døgum. Lendingin í Kunoy er fleiri ferðir útbygd, brimgarður gjørdar g nógv stoypt fyri at betra um samferðslumøguleikarnar. Í 1978 bleiv vegur gjørdur oman til lendingina.


Nýggja tíðin avloysti øll hesi pláss, ið frá fyrndini høvdu tænt kunoyingum. Í 1980 bleiv byrjað uppá veg, tunnil og byrging.  Og størsta og mest kollveltandi broytingin í samferðsluni á Kunoynni var, ta landfast bleiv um Haraldssund í 1986, og hin 3.031 m langi Kunoyartunnilin og landsvegurin til Myllánna í Kunoyar bygd í 1988 alment bleiv tikin í nýtslu.

Kirkjan.

Á Kunoynni við sínum trímum bygdum er bert ein kirkja og ein kirkjustaður ávístur, og tað er í bygdini Kunoy. Fyrstu ferð kirkjan í Kunoy er nevnd, er í søgnuni um flokksmennirnar, har sagt verður, at kunoyingar flýddu inn í kirkjuna og nýttu hana sum griðstað. Síðani eru fleiri kirkjur nevndar í skjølum. Núverandi kirkja er bygd í 1867, hin fyrra var so lítil og niðurslitin, at ikki var mett ráðiligt at umvæli hana, men heldur taka hana niður og byggja eina nýggja, sum stóð liðug í 1867. Kunoyar Kirkja hevur síðani fingið fleiri ábøtur og umvælingar; el bleiv innlagt í 1952 og miðstøðuhiti í 1969. Kirkjan og kirkjugarðurin vóru í 1992 friðað sum fornminni. Í byrjanini av 2000-árunum bleiv nýggur kirkjugarður tikin í nýtslu norðanfyri kirkjuna.


Salurin:

Í 1938 bygdi brøðrasamkoman ein sal at halda møtir í. Húsini eru á stødd sum stór sethús, uml. 10 x 12 alin (6,3 m x 7,5 m). Heimildarmaður sigur, at salurin bleiv nógv nýttur í tíðini eftir hann bleiv bygdur, men síðani fast samband kom til bygdina, hevur nýtslan verið litil.

Skúlin.

Skúlin í Kunoy varð bygdur í 1886. Í samband við fyrstu royndini at skipa regluliga skúlagongd í Føroyum í 1737, skrivar presturin á Viðareiði álit um skúlan í norðuroyggjum. Um Kunoynna skrivar hann, at skúlin í oynni má verða í kunoyarbygd, Heima í Húsi. Har er stykkið avlagt í beitinum norðanfyri krikjugarðurin, eisini kallað Nýggigarður, og er stykkið stórt og vítt. Um bygdina skrivar presturin víðari, at har eru tveir býlingar, og eru tað 10 børn í skúlaaldri ið javnan kunna søkja skúlan, tó kunna tey onkuntíð verða forðaði av tí stóru ánni, sum rennur ígjøgnum bygdina. Annars eru eisini nøkur børn undir skúlaaldri.


Hendan skúlaroyndin í 1737 bleiv tó ikki til nakað, men í Kunoy eins og aðrastaðni í Norðoyggjumvar heimaundirvísing framhaldandi einasta álitið. Tað bleiv hildin skúli í ymiskum roykstovum í bygdini, og vóru lærararnir fyri tað mesta sjálvlærdir, ella høvdu fingið eitt sindur av lærdóm í Tórshavn.

Fyrstu lærarin í Kunoy við læraraprógvi bleiv settur í 1874, og síðani hava skiftandi lærara røkt starvið. Síðani fast samband kom til bygdina hava ymiskir lærara røkt starvið í bygdini, umframt at samstarv hevur verið við skúlan í Haraldssundi.

Viðarlundin.

Viðarlundin er gróðursett í 1905 og vaksin nakrar ferðir síðani tá. Hon hevur trivist væl, tó hon, eins og aðrar viðarlundir í Føroym bleiv nakað viðtikin av ódnarstormunum, ið herjaðu seinast í 1980´unum. Mitt í viðarlundini er stórur steinur, Eggjarsteinur, ið ungfólk hava til stuttleika at klúgva uppá.


El-orka.

Í 1951 fingu kunoyingar sær vatnverk til el-framleiåslu. Turbina varð fingin av vatnverkinum á Strond. Byrging bleiv gjær uppi í Skarðdali, og vatnleiðing lagt oman ígjøgnum dalin til verkið. Turbinan var tó ikki størri enn so, at hon megnaði ikki at fylgja við øktu el-nýtsluni í fimmtiárunum, so í 1962 bleiv motorur uppsettur. Húsini gjørdi Heini O. Heinesen, byggimeistari. Tann sunnari parturin var til motorin, og norðari parturin var felags frystihús til bygdafólkið.

Bagdafelagið "Vesturskin".

Eftir at bygdin Kunoy for uppi SEV, hevur húsið verið nýtt til m.a. bygdarhús. Í 1992 varð bygdafelagið "Vesturskin" stovnað, sum rekur bygdastovuna. Húsið verður mest nýtt til smærri mentunarlig tiltøk, eins og føroyaskan dans og veitslur. Kunoy er nýggjársbygd, so nyggjársdansur hevur ofta verið hildin í bygdarhúsinum.


Fótbóltsvøllur varð útlagdur í 1920´unum. Tá varð eisini "Kunoyar Ítrottarfelag" stovnað, sum hevur verið virkið til tíðir.

Bátsvanlukkan 1913.

Eins og aðrar bygdir í Føroyum hevur bygdin Kunoy mist fól á sjónum. Vanlukkudagin, Tollkasmessudag í 1913, tá Skarðsbáturin og Norðdepilsbáturin gingu burtur, gekk eisini ein Kunoyarbátur, nevndur Samløgan, burtur. Norðoyggjar høvdu mist 19 mans hendan dag.

Kunoyingar høvdu ikki ætla til útróðrar hendan dagin. Men sum aðrastaðni hevði verið uppløga leingi og nú vildi menn hava nøkur oyru at keypa fyri til jóla, umframt okkurt fekst undir tonnina. Og veðrið var av tí allarfagrasta. Eingin vindur rørdist og havið var deyðakyrt; tað hvítti ikki við strond.

Tollaksmessumorgun vóru fimm bátar úr bygdini á útróðrum og ein eftir gággum. Tríggir av teimum settu í Fjørðinum (Kalsoyarfirði), meðan tveir fóru norðureftir.


Formaðurin á hini báturin greiðir frá, at tá teir vóru komnir norður fyri Nakkin, sóu teir bátin Samløgan leggja út frá landi, meðan teir løgdu seg í Øldubármin at kroka fyri einum æli. Tá ið ælið var av, løgdu teir út á Flógvan (millum Nakkin og Viðoynna) og settu átta stykkir av línu, og fóru alt fyri eitt at aftur á kíkin at draga. Tað var í lýsingini teir vóru lidnir at seta, at hann brenda á. 

"Tað kom sum úr byrsumúla. Skamt frá okkum lá Haraldssundsbáturin. Har breyt ein stór alda, hon kom beint á bátin hjá teimum og fyltu hann, men okkum rakti hom ikki. Teir oystu av allari megi, skoru á stokkinum og fóru frá kíkinum.

Tá ið vit høvdu drigið 2 stykkir, komu haraldssundsmenn rógvandi framvið, og fóru inn um. Vit hildu í kíkin og drógu. Vit høvdu eina línu eftir, tá ið Skarðsbáturin kom fram við, og fór inn um. Tá var glaðustrok. Vit drogu tað, sum eftir var, umframt vit tóku kíkin, haraldssundsmenn vóru rýmdir frá, og fóru síðani at rógva inneftir. Líkindi vóru ikki at seta segl. Tað ráddi um at koma norður og eystur um Kunoynna. Síðani var tikið undan, men at sigla var ikki hugsingur um. Aldurnar vóru størri enn so, tær vóru sum fjøll. Vit mátti halda uppi alla tíðina og lata ganga eftir reyv inn eftir."

Hesir kunoyingar fóru síðani suður ígjøgnum Haraldssund um nesið, og komu í øllum góðum til bygdina. Tá teir komu til Kunoyar, var nógv fólk samkomið á støðni, og tað bleiv spurt eftir "Samløguni". Men tað vóru eingin góð tíðindi, teir komu við. Teir hildu, at tann bátur, ið ikki var afturkomin, kom ikki.

"Samløgan" bleiv funnin dagin eftir. Hon fleyt út fyri støðni og var brotin um tvøran.

 

Haraldssund:

Á eystursíðuni á Kunoynni eru tvær bygdir, Haraldssund og Skarð. Eystursíðan er 32 merkur, býttar upp á báðar bygdirnar, 16 merkur hvør. Av teimum 16 mørkunum í Haraldssundi eru 9 merkur kongsjørd og 7 merkur ognarjørd. Hóast eingin formfrøðililiur grevstur er gjørdur á Kunoynni, kann roknast við at búseting á Kunoynni er frá landnámstíð. Í haganum er fleiri toftir, ið kunna bend á eitt øðrvísi búsetingarmynstur í fyrndini, enn tað vit kenna í dag. Suduri í Nesinum - tøtt við merkið millum Kunoy og Haraldssund - er Akurstangi, og har sæst teigalendi, ið kundi bent ákorndyrking. Ein fjórðing snna fyri Haraldssund síggjast fleiri toftir tætt niðri á bakkanum. Stutt omanfyri er farvegur eftir einari avlangari toft við bogaðum langveggjum. Tveir fjórðingar norðan fyri Haraldssund, í Búðadali tætt við Búðadalsánna, sum er mark millum Haraldssund og Skarð, sæst eisni farvegur eftir toftum og búseting. Í søguligari tíð vita vit tó bert um bygdirnar Haraldssund og Skarð á eystursíðuni á Kunoynni.

Í Hundabrævinum frá umleið 1350 stendur, at tríggir hundar skulu vera í Kunoy, ein í "Sundi" (tað man vera Haraldssundi) og tveir "heima" (tað kann vera í bygdini Kunoy, ein í hvørjum býlingi). Her er bygdin Skarð ikki nevnd, men óivað er hon bygd um hesa tíð. Hundabrævið er ikki nakar fullfíggjaður listi yvir bygd øki í Føroyum í miðøldini.

Fyrst í 1600-talinum kemur hin kendi Rasmus Magnusson - Rasmus í Haraldssundi - á 9-marka festið í Haraldssundi. Rasmus var sonur Magnus Heinason. og hevur skarað framúr á onkran hátt, tí eftirtíðin hevur goymt hann í søgnum. Kendasta er søgnin um Rasmus í Haraldssundi og huldumenninar. Nú 400 ár eftir er Rasmusar navnið enn í Haraldssundi, men festið er arvað sundur, so at tað í 2010 eru trý kongsfesti á tríggjar merkir hvørt.

Tann gamla bygdin í Haraldssundi, í dag býligurin "Heimi við hús", var ikki stór í vidd. Trý fyrndarhús eru nevnd um ár 1800 - "har Innari", "har Uttari" og "har Suðuri" - og hava tey húsini hesi nøvn enn í dag. Umleið 1850 kom eini hús afturat. Tað var ein bondadóttir "har Uttari", ið giftist og setti búgv uttanfyri tey gomlu bøgarðarnar og kallað "uppi á Gørðum". Hesi hús avdankaðust í 1930-árunum. Húsini, ið standa "suðuri á Bakka" í Haraldssundi, vóru bygd av fólki, sum fluttu av Skarði, tey fyrstu um 1921. Seinri eru fleiri hús komin afturat, skúlin, bygdahúsið, handskavirkið o.s.v. Nyggjasta útstykkingin bleiv gjørd í sambandi við tunnilsgerðina og byrgingina, og varð hon løgd uttanfyri bøgarðarnar - "suðuri á Leiti" - har eru fleiri nýggj hús bygd. Í 2008 bleiv víðkað um útstykkingina, og nýggjur vegur gjørdur omanfyri verandi hús á Leitinum.


Haraldssund er kyrrupláss. Tætt sunnanfyri bygdina er "Fiskimøl", og her høvdu allar tríggjar bygdirnar á oynni neyst standandi. Har voru eisini tvær bátastøður, sum brúktar vóru av bátum, ið settu upp á landsynningi. Gomlu torvheiðarnir hjá haraldssundsfólki var í Búðadali á Skarði, men tað munnu vera nøkur hundrað ár síðani, teir vóru uppi. Sagt verður, at Rasmus í Haraldssundi sat á gamalsaldrinum heima við grúgvuna í Haraldssundi og vermdi seg við torveldin "uttan av Vík". Tað er sunnanfyri Leirvík - "úti á Vik" - kallað. Har skóru fólk úr teimum trímum bygdunum á Kunoynni torv. (Tað eru gott 350 ár síðani, Rasmus doyði).  

Skúlin.

Í fyrstu royndini at samskipa ein almennan skúla í 1737 skrívar presturin á Viðareiði, Klæmint Jensen, at ein skúli átti at verða lagdur á Kunoynni. Men tað var heldur langt og óhøgligt hjá børnunum í Haraldssundi at søkja skúlan í Kunoy, helst um veturin, og foreldrini hevði brúk fyri teimum størru børnunum í gerandisdegnum, so rættasta loysnin hevði verið, at lærarin ferðaðist millum plássini - ein mánað í Haraldssundi og ein mánað á Skarði. Hendan fyrsta skúlaroyndin gjørdist tó av ongum. Í 1930 varð skúli bygdur í Haraldssundi, og fyrstu tíðina røkti lærarin, ið hevði fast tilhald í Kunoy, skúlan. Seinri fekk lærarin fast tilhald í Haraldssundi, stundum á skúlaloftinum og stundum hjá privatfólki. Síðani byrging kom um Haraldssund og tunnilin til Kunoyar í 1986, hava ymiskir lærara røkt skúlan uttan at búgva á staðnum. Skúlaárið 2009/2010 vóru 6 næmingar í skúlanum.


Bygdahúsið.

Bygdafelagið "Ljósið" í Haraldssundi varð stovnað í 1978 og hevur verið virkið líka síðan. Størsta átakið hjá felagnum var byggingin av bygdahúsinum, sum stóð liðugt í 1990. Húsið verður mest nýtt til veitslur, útleigan og tiltøk hjá felagnum. Húsið hevur innrættað loft, vælútbúnan køk, og kann borðreiðast fyri eini 100 fólkum í stora salinum. Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd, og varð dansað á kyndilsmessu 2. februar. Tann táttin hevur bygdafelagið tikið upp aftur seinru árini, so nú verður dansað í bygdahúsinum á kyndilmessu.


Skarð.

Bygdin Skarð liggur niðarlaga í dalinum nevndur Skarðdalur eftir stóra skarðinum. Skarð er eins og Haraldssund 16 merkur, býtt í tveir hagapartar - 8 merkur "fyri Innan" og 8 merkur "fyri Uttan". Skarð er størsta ognarbygd í Norðoyggjum. Av teimum 16 mørkunum eru bert 1 mørk og 12 gyllin kongsjørð. Hetta hevur sett síni sermerktu eyðkenni á søguliga gongdina í bygdini, tí eingin stór kongsfesti eru. Í fólkateljingini í 1801 eru trý hús, og búgva tá tólv fólk á Skarði. Fólk hava lívbjarga sær av jørðini og sjónum, men vit vita um jarnsmiðju á Skarði. Gamli Símun, kallaður, hevði smiðju, og hann var tiltikin raskur maður, smíðaði umframt líggjar og annan útbúnað eisini naglarnar til Kunoyar kirkju.


Gamla bygdin var longri norðuri við Drekkarsánna, nú kallað norðuri á Grundum. Í 1824 leyp áin og tók ein part av tveimum húsum. Eingin fólkaskaði var, men hendinginloypti sovorðnan hvøkk á fólk, at tey fluttu bygdina longri suður, har sum grundirnar nú eru. Húsanøvnini "har Uppi", "har Niðri" og "Miðstovan" fluttu við til ta nýggju bygdina. Flest hús - 6 - vóru á Skarði fyrst í 1900-talið, afturat áðurnevndi húsini "Kongstovan", "uppi Suðuri" og "hjá Árnfara-Jógvan".

Tað hevur altíð verið trupult at tikist við útróður á Skarði. Fyri ein part tí fólkatalið ongantíð hevur verið serliga stórt, men mest tí bygdin liggur stak óhøgliga fyri til bátadrátt. Bakkin er høgur, og tungt er at draga bátarnar uppfyri. Um veturin liggur størsti partur undir í brimi. Tó hava skarðsmenn róð dagliga út, mest saman við haraldssundsmonnum. Tann stóri báturin hjá skarðsmonnum stóð í neystinum í Búðadali, inntil teir um 1900 fingu gonguspæl á Kleivini. Hinir bátarnir stóðu í neystinum uppi á bakkanum yvir Kleivini.

Í uppgerð fyri 1855 sæst, at talið á útróðrarførum monnum (menn millum 15- og 60 ár) á Sakrði er 10 og í Haraldssundi 8. Teir rógva út saman um veturin við einum 6-mannafari og einum 10-mannafari. Annars um summarið hvør sær við 4-mannaførum, tvey 4-mannafør í hvørjari bygd.

Fleiri ferðir fekk Skarðsbygd ófrættaboð av havinum. 30. mars 1835 fóru skarðsmenn til útrógvar norður á hav við 6-mannafari. Komnir inn undir land, fingu teir eina hvírlu í seglið, og báturin holvdist. Ongin av teimum 6 monnunum spurdist aftur, og eftir sótu 4 einkjur við 8 faðirleysum og ómyndugum børnum.

Í 1872 doyði stór grind, 837 hval, inni í Bø (Klaksvík) - "Stóra grind" kallað. Skarðsmenn vóru við tveimum bátum, og fór tann størri norður til Skarðs undan hinum. Komnir norður fyri lendingini rúnaði rættuliga fitt, men teir skutu kortini at. Ein leyp uppá land, men í tí sama kom ein hamarstjølur, sum hekk afturav, undir klettin og bendi skútin undir, so báturin drakk og sakk niðurfyri lendingini. 4 av monnunum fingu í aftur bátin. Ongin annar bátur var at skjóta, og bert konur og børnheima. Glaða varð yvir á Skálatoftir, og ein ung genta, Katrina Malena, rann heim til Haraldssunds at boða frá. Tiltikið skjótt skúldi hon renna teir 4 fjórðingarnar (uml. 7,5 km), sum teinurin millum Skarð og Haraldssund er mettur at vera til longdar. Haraldssundsmenn og skáltamenn komu til og fingu bjargað teimum fýra, men tveir vóru so illa komnir, at teir doyðu, áðrenn teir komu til lands. Ein hvarv beinanvegin og sást ongantíð aftur.

Seinasta og størsta bátsvanlukkan á Skarði var Tollaksmessudag 1913. Fleiri bátar vóru á útróðri hendan dagin, tá hann bráðliga brendi á av landnyrðingi við skrið og kavarókið. Triggir bátar, ein norðdepilsbátur, ein kunoyarbátur og skarðsbáturin, komu ikki aftur tann dagin.

Á Skarði vóru tey tíðliga uppi hesa náttina, 23. december 1913. Elsa Margreta Samuelsen av Skarði hevur greitt frá, at Jákup Petur Petersen legði til at fara til útróðrar henda morgunin. Veðrið var av tí fagrasta, tað speglaðist á hvørjum tanga og sjógvurin var sum ein sveiti. Maður hennara, Poul Jacob Poulsen, var ikki, sum hann plagdi, henda morgunin. Hann hevði áður verið tveir ringar tollaksmessudagar á útróðri. Møguliga var tað tí, at slíkur ekki var á honum, men hann kom inn á kamarið og segði farvæl sum vant, áðrenn hann fór. Skarðsbáturin fór til fiskiskap um fýra-tíðina. Tað var fínasta veður við vestligum loti. Báturin, skarðsmenn fóru við, hevur helst verið 6-mannafarið "Sildin". Karl Klettskarð sigur frá, at teir fóru við einum 6-mannafari, og vóru 7 mans við. Tað er mest sannlíkt, tí teir høvdu neyvan farið undirmannaðir við 8-mannafarinum. Annars høvdu skarðsmenn brynjað seg út til útróður við motorbáti. Teir høvdu keypt ein 31 føtur langan deksbát við motori, skrásettur í Norðoyggjum 24. september 1913 sum "Fortuna", KG 348. Um teir høvdu verið nakran túr við "Fortunu" er óvist, men søgan sigur, at hesin dagurin - 23. december 1913 - skuldi vera teirra seinasti útróðrardagur við árabáti.


Haraldssundsmenn vóru eisini á útróðri hendan morgunin. Teir greiða frá: "Vit fóru úr Haraldssundi kl. 5 um morgunini; tá var stilli og gott veður. Tá vit komu nakað norður í Sundið, var hann landnyrðingur, men veðrið var enn gott. Vit róðu eitt sindur út um landoddarnar, beint út frá Haraldssundi. Her møttu vit skarðsbátinum og tosaðu við teir. Klokkan var nú millum 7 og 8, og tey løgdu at borði. Prátið fall inn á veðrið, og tað seinasta, vit hoyrdu skarðsmenn siga, var, at hann mundi fara at øtlað veðrið". Báðir bátarnir fóru at seta línuna, haraldssundsbáturin inneftir og skarðsbáturin úteftir. Tá haraldssundsmenn høvdu sett 16 stykki av linuni, sá veðrið hóttandi út, og tá teir høvdu sett 8 stykki afturat, var longu so ringt í sjónum, at teir hildu tað fyri rættast ikki at seta meira línu. Teir byrjaðu beinanvegin at draga, og illveðrið versnaði so skjótt til storm og aldu av landnyrðingi, at teir stúrdu fyri at sleppa til lands aftur. Teir sóu ongantíð skarðsbátin aftur, og teir vóru sostatt teir seinastu, ið prátaðu við skarðsmenninar. Teir løgdu at í Haraldssundi og foru síðani til gongu norður til Skarðs við boðunum um, at eingin bátur kom aftur.

Karl Klettskarð var 11 ára gamal, tá hann misti pápan og tveir beiggjar, og sigur hann soleiðis frá, tá boðini komu til Skarðs: "Vit fingu illgrunna um, at okkurt var áfatt, tá ið haraldssundsmenn komu eftir bakkanum. Teir gingu yvir til neystið, áðrenn teir komu niðan til húsini, og tað var ikki tann vanligi vegurin at ganga, tí gøtan til Skarðs liggur væl oman fyri neystini. Tá høvdu teir á veg norður eisini hugt í neystið í Búðadali".

Tá tollaksmessudagur 1913 var liðin, vóru 19 mans farnir á havinum, 6 við norðdepilsbátinum, 6 við kunoyarbátinum og 7 við skarðsbátinum. Um orsøkina til, at teir vóru sjey við skarðsbátinum henda morgun, sigur Karl um sjeynda mannin: "Hann skuldi taka við einum festi í Haraldssundi, og skuldi hetta eftir ætlanini vera seinastu jól hansara á Skarði. At hann fór til útróðrar henda morgunin sum sjeyndi maður, var fyri á tann hátt at siga monnunum í bygdini farvæl". Stór sorg varð lýst yvir landið, og dansurin á jólum var avlýstur nógvastaðni í Føroyum. Við góðari hjálp komu bygdirnar Kunoy og Norðdepil burtur úr vanlukkuni, men á Skarði stóð verri til , enn at pengar og góð hjálp munaði. Við hesari bátsvanlukku og teimum undanfarnu hevði bygdin fingið mønustingin. Á Skarði vóru í 1913 - sum áður nevnd - seks hús, men at missa 7 mans í bestu árum megnaði bygdin ikki. Tá veturin 1918 kom, reyk bert í trimum húsum, og tá gjørdu tey av at rýma. Mánadagin hin 26. januar 1919 fóru tey at bera seingjarklæði og húskiráð oman á Kleyvina. Seinast kom Anna Katrina í Kongsstovuni. hon bleiv borin í leypi oman í bátin. Tá var hon 90 ár. Komin í bátin, vóru skarðsfólkini níggju í tali. Leiðin gekk norð um Nakkin til Kunoyar, meðan tær síðstu gløðurnar sortnaðu á grógvuni. Síðan tá hevur verið øskukalt á Skarði. 


 

KALENDARI

«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

SAMBAND

Kunoyar kommuna 

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Tel. +298 21 68 14 

kunoy@kunoy.fo


Skrivstovan

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Opið er:

Mánadagin frá 9:00 til 11:00


Myndir