Staðarnøvn á Kunoynni

Andrass og Jákup Jacobsen eru farnir undir at savna inn staðarnøvn á Kunnoynni. Arbeiðið er í samstarv við sp/f "Munin" og Kunoyar Kommunu, og verður gjørt talgilt.

Við at nýta slóðina niðanfyri ber tll at fara inn á kortið yvir Kunoynna, har man við músaknøttinum kann finna staðarnøvnini, sum longu eru løgd inn. Til ber eisini hjá brúkarum at "klikka" á eitt stað á kortinum, og leggja navnið á staðnum inn. Knýtir eina søgu ella ein søgn sær til staðið, er tað áhugavert at fáa hetta við. Andrass/Jákup góðkenna síðani nýggju upplýsingarnar, sum síðani verða skrásettir á kortið.

Eru spurningar til brúk av skipanini, ella ein ynskir at geva upplýsingar annars, verður viðkomandi biðin at ringja til Jákup á tlf.nr. 286787.

Vit vóna at fólk, eisini búsitandi uttanfyri kommununa, taka væl ímóti áhugaverda tiltakinum, og koma at hjálpa til við at fáa upplýsingar, so hesi ikki fara fyri bakka.

Slóð til staðarnavnakortið:  https://www.kort.fo/kunoy_stadanavnaskraseting/

KALENDARI

«2017»Í dag«Aug»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

SAMBAND

Kunoyar kommuna 

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Tel. +298 21 68 14 

kunoy@kunoy.fo


Skrivstovan

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Opið er:

Mánadagin frá 9:00 til 11:00


Myndir