Taðing og goymsla av tøðum

Tøð frá køstum og mykjubrunnum skulu nýtast til taðing soleiðis, at tað ikki elvir til dálking ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis, hvørki hvat viðvíkir lukti, taðsprutti, rottu, fugli, nógv flugu o.s.fr.

Taðingin má heldur ikki elva til dálking av áum, løkum vøtnum v.m. Um nýtslan av køstum, mykjubrunnum, súrhoyggjabrunnum og taðing av hesum elva til dálking ella ampa kann kommunan seta forboð fyri tí.

Fyri at dálking og ampi ikki skulu standast av taðing og gymslu av tøðum mælir Umhvørvisstovan til

1. Goymsla av tøðum.

Øll frárensl frá fjósum, stallum o.t. skulu førast í køst, mykjubrunn ella tílikt í tøttum leiðingum. Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar o.t. skulu verða vatntættir og vera lokaðir. Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar o.t. skulu tømast so ofta, at engin vandi er fyri, at teir flóta yvir. Mælt verður til, at teir skulu rúma í minsta lagi tí, sum svarar til 10 mánaðir goymslu av tøðum.

2. Nær kann man taða.

Taðingin eigur at fara fram í gróðrartíðini, ið er frá 15. mai tl 1. august. Tó kunnu tøð veltast í jørðina í tíðarskeiðinum 1. apríl til 1. oktober. Fyri at fyribyrgja, at tøðini seta í áir, løkir, vøtn v.m. verður mælt frá at taða, tá nógv regn (áarføri) er. Tað eigur ikki at verða taða, tá lendi er fryst ella tá kavi liggur.

3. Taðingarlendi.

Tann ið taðar, skal hava atgongd til nóg mikið av taðingarlendi at spræna tøðini á. Mælt verður til, at tað skal í minsta lagi verða 1 ha av innangarðsjørd fyri hvørja djóraeind (svarandi til eitt mjólkineyt). Tað eigur ikki at verða taðað uttangarðs og í haga.

KALENDARI

«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

SAMBAND

Kunoyar kommuna 

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Tel. +298 21 68 14 

kunoy@kunoy.fo


Skrivstovan

Kunoyargøta 7

780 Kunoy

Opið er:

Mánadagin frá 9:00 til 11:00


Myndir