Tíðindi –
21.9.2021

Broyting og dagføring av almennu byggisamtyktini fyri Kunoyar Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir ogbyggisamtyktir, og seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. Mars 2013 verður við hesum uppskot til broyting og dagføring í Almennu Byggisamtyktini fyri Kunoyar Kommuna lagt fram til alment eftirlit.

 

Kunoyar bygd

 Broyting av økisástingini, millum kirkjuna og kirkjugarðin verður H-økið,frílendi broytt til E-økið, almennir stovnar.

 

Haraldsunds bygd

 Broyting av økisásetingini, D-økið havnarøki verður økt móti norði.

 

Tilfarið liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 27.09.2021 til 11.10.2021 og eisini á heimasíðuni hjá Kunoyar kommunu www.kunoy.fo.

 Møgulig mótmæli, ískoyti ella broytingaruppskot skulu verða Kunoyarkommunu í hendi i seinasta lagi 01.11.2021.

 

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur