Tíðindi –
24.10.2022

Fólkatingsvalið 2022

Hervið verður gjørt kunnugt, at atkvøðugreiðslan til fólkatingsvalið mánadagin 31. oktobur 2022 í Kunoyar kommunu fer fram í bygdarhúsinum í Kunoy frá kl. 09.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru burturstaddir uttanlands, kunnu greiða brævatkvøðu í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2022

Brævatkvøður skulu vera valstýrinum, har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 09.00 tann 31. oktobur 2022

Heimaval:

Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá á tlf. nr. 459900 ella 251644.

Valkort:

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna, og verða tey send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.

Minnist til at hava valkortið við á val.

Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag frá kl. 9.00 til kl. 11.00

Valnevndin fyri Kunoyar kommunu

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur