Tíðindi –
22.9.2023

Rottangatøming í Kunoy

Reinsitænastan hjá IRF byrjarnú (í viku 39) at tøma rottangar í Kunoy.

Tað er ein ómetaliga stórhjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Taðer sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí taðkann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvurog annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum ogfesta tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

IRF heitir á fólk um attryggja:

·       at tangin er lættur at koma til

·       at tað er grivið væl frá rundan um lokið

·       at lokið er væl fest, menlætt at loysa

·       at lokið er trygt og heilt

·       at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevnduviðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hettaá www.irf.fo/rottangatoming/

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin erí góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millumannað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir athann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur