Tíðindi –
21.9.2022

Rynkurnar úr Haraldssundi og Kunoy heiðraðar

 Í farnu viku skipaði trivnaðarnevndin í KunoyarKommunu fyri hugnakvøldi, har rynkebysúkklararnir úr báðum bygdunum vóruheiðraðir. Í ár vóru heili tríggir av súkklarunum úr Kunoyar Kommunu, sumsúkklaðu til París. Tær tríggjar vóru Hanna Ovadóttir úr Haraldssundi, MeikenSólheyg Michaelsen og Annika Vilhelm úr Kunoy.

Nógv av bygdarfólkunum vóru møtt upp, tá tær ígulu klæðunum komu súkklandi á eyðkendu súkklunum til bygdarhúsið í Kunoy, harhugnakvøldið var. Borgarstjórin segði nøkur orð og handaði teimum blómutyssi.Millum annað segði borgarstjórin, Poul Jacob Poulsen: Tað er ikki ofta, atvit kunnu samlast her á Kunoynni at heiðra lokalum ítróttafólki, men tað geravit í kvøld. Hanna, Annika og Meiken hava súkklað tann langa teinin úr Føroyumtil París, og tað er eitt megnar avrik, sum vit avgjørt halda er vert atheiðra. Tað er ein langur teinur at súkkla, og tað er ikki bara bara atgjøgnumføra, tá ein hugsar um alla ta venjing og fyrireiking, sum skal tilgjøgnum veturin fyri at tað skal eydnast. Sum flestum kunnugt stuðlarRynkebyliðið børnum við lívshættisligum sjúkum. Og tað eru ikki smápengar, sumsamlaða liðið klárar at savna saman hvørt ár. Í 2021 var tað góðar 72 milliónirkrónur. Tað tit hava avrikað, ger mun.

Eisini takkaðu tær tríggjar kommununi ogbygdarfólkunum fyri stuðulin – og løgdu dent á, at hesa ferð vóru tríggjarkommunur, sum stuðaðu, og Kunoyar Kommuna var ein teirra.

Vit kunnu fegnast um allar rynkurnar og allaraðrar felagsskapir, sum gera mun fyri at hjálpa øðrum.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur