Tíðindi –
10.5.2021

Seyðasýning 2020

Leygardagin 24 okt. kl 10. verður seyðasýning á Kunoynni, sýningin verður í seyðahúsinum fyri sunnan í Haraldssundi.

Tit sum eiga veðrar, vera biðin um at vera komin við veðrinum, í seinasta lagið kl 9.30.

Teir veðrar sum eru við í kappingini, skulu brunda í tí haga sum teir umboða, um teir vera koyrdir í annan haga at brunda, fær hetta fylgir fyri næstu seyðasýning


Vegna covid 19, hava vit valt, at um tað viðrar verður sýningin úti, viðrar ikki, so verður sýningin í seyðahúsinum fyri sunnan í Haraldsundi, og kunnu tíverri bert sýnsmenn og hjálparfólk koma inn.

Og vegna Covid 19 mugu vit tíverri boða frá, at ongin ræstkjøta veisla verður ár, men vit koma sterkt aftur í 2022

Seyðasýningin verður stuðla av Búðadali og Norðhús

Vónandi fáa vit eina góða og spennandi seyðasýning

Bygdafeløgini   Vesturskin og Ljósið

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur