Tíðindi –
9.6.2023

Skalt tú byggja ella umvæla hús?

Ætlar tú at byggja ella umvæla hús, eru fleiri hentartænastur hjá IRF, sum tú mást hava í huga. Fleiri av tænastunum hjá IRF verðaein partur av gerandisdegnum hjá tær og húskinum í mong ár frameftir. Tískil ertýdningarmikið at hugsa um hesi viðurskifti, um tú fert at byggja ella umvælahús.

Áðrennbygging/umvæling

Tá ið tú fert í gongd við tekningar í sambandi viðhúsabygging ella umvæling, er týdningarmikið at hugsa um hesi viðurskifti:

Rottangi

Tað er umráðandi at rottangin hevur røttu staðsetingog er lættur at koma til. Les meira um krøv til rottangar á hesileinkju. Í summum økjum hevur kommunan skipað fyri felagsrottanga, og tá hevur hon ábyrgdina av staðseting, íbinding og viðlíkahaldi.

Ruskstativini

Grái posin skal hava egið stativ uttanfyri húsini.Ruskstativið skal standa á sjónligum stað í mesta lagi 20 metrar frá koyrivegi.Har tað eru 6 fólk ella fleiri, heintar IRF tveir gráar ruskposar um vikuna fráhúskjum, og tá er neyðugt at hava tvey ruskstativ til gráa posa. IRF heintareisini hvíta posa, sum er til papp og pappír, frá húskjum. Tí er skilagott athava eitt stativ til hvíta posa eisini. Bert eitt ruskstað skal vera á hvørjariogn, og tað er best, um ein plattur verður gjørdur undir ruskstativunum,soleiðis at stativini standa væl.

Meðantú byggir/umvælir

Tá ið byggingin/umvælingin er farin í gongd, eru ymiskviðurskifti at hugsa um.

Burturkast

Leiga bingju: Vithava ymisk sløg av bingjum og lastum, sum kunnu leigast. Sí prísir her. Minsttil at skilja burturkastið, soleiðis at bara eitt slag av burturkasti er íhvørjari bingju/last. Sløgini eru:

·       Burturkast at brenna t.d. timbur,flamingo, møblar og skitið plast.

·       Papp og pappír til endurvinning. Í somubingju kanst tú lata bleytt plast, men tað má latast í ein kláran plastposa.

·       IRF selur klárar plastposar, sum taka240 l, sí her.

·       Jarn/metal til endurvinning. Ymisk sløgsum t.d. kopar, aluminium og rustfrítt stál.

Keyp stórsekkir: Túkanst keypa stórsekkir frá IRF til tyrviburturkast, t.d. steinull, glasull,PVC-rør, gips og asbest. Minst til, at gips og asbest ikki skulu blandast samanvið øðrum burturkasti at tyrva. Asbest skal altíð vera pakkað inn, tá taðverður latið til IRF. Smærri asbest burturkast skal latast í stórsekkir. Størriasbest plátur skulu leggjast á ein platt og pakkast væl inn, soleiðis atasbeststøv ikki verður spjatt.

Lat inn á endurvinningarplássið: Ymiskt burturkast kann eisini latast inn áendurvinningarplássið. Hetta verður so sent til endurvinningar t.d. leidningar,ljósrør, ljósperur, spreydósir og elektronikkur.

Meira um skiljing av burturkasti frá bygging ogumvæling kann síggjast á hesiplakatini.

Innrætting

·       Køkurin: Tá ið køkurin verður teknaður, er týdningarmikiðat minnast til, at pláss skal vera til eina góða skiljiskipan í køkinum. Vitmæla til at hava minst fimm íløt í køkinum – eitt til pappír og papp, eitt tilbleytt plast, eitt til glasíløt, eitt til jarn/metal og eitt tilrestburturkast. Eisini er vert at hugsa um pláss til eitt ílat til matrestir,soleiðis at húskið eisini kann skilja matin frá restburturkastinum t.d. viðbokashi. Fyri at eldur ikki skal standast av gomlum battaríum, mæla vit til, attú goymir tey í krukku við loki á.

·       Kjallararúm/garasja: IRF heintar gráa, hvíta og reyða posa fráhúsarhaldum. Hvíti posi er til pappír, papp og bleytt plast, reyði posi er tilserburturkast t.d. battaríir (í krukku), ljósperur, spreydósir, kemisk evni ogsmærri elektroniskar lutir og grái posi er til restburturkast. Harafturat bertil at skilja húsarhaldsburturkast í fleiri aðrar bólkar, um tú fert áendurvinningarplássið sum t.d. glasíløt og dósir (dósamat) úr jarn/metal.Tiskil er skilagott at seta pláss av til ymisku skiljimøguleikarnar eitt nú íeinum kjallararúmi/garagu.

Tú kanst taka ókeypis myndatekin at seta á ruskíløtininiður her.

 

Tá iðtú flytur inn

Tá ið tú flytur inn í húsini, boðar tú IRF frá tínumbústaði, soleiðis at tú verður meldað/ur til rottangatøming og innheintan avburturkasti. Tú kanst melda til her.

Rottangatøming

IRF tømir rottangar og felagstangar hjá limakommununumregluliga. Kunning um, nær IRF er á tínum øki, verður lýst á heimasíðuni hjáIRF og hjá kommununi. Minst til, at tangin skal vera lættur at koma til, atgrava væl frá rundan um lokið, at lokið skal vera trygt, heilt og væl fest, menlætt at loysa og lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt. Best er, umlokið altíð er atkomuligt og at t.d. flag ikki verður lagt oman á lokið.

GG! Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálviloysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður írottangan, og harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkararottangafólk loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið erliðugt.

Innheintanav burturkasti

IRF heintar húsarhaldsburturkast eina ferð um vikuna.

·       Grái posi: Posin skal vera ein gráur IRF-posi og má í mesta lagiviga 20 kg. Minst til at binda fyri smáu ruskposarnar, áðrenn tú letur teir ígráa posan. Einki spískt má latast beinleiðis í posan, og hann má ikki fyllastupp um strikuna, sum gongur tvørtur um posan í erva. Les meira um gráaposa her.

·       Hvíti posi: Hvíti posin er til endurvinning av pappíri ogpappi. Posin verður heintaður, tá ið hann er fullur. Um tú ikki hevurruskstativ til hvíta posa, setur tú hann við síðuna av gráa posa tann dagin,hann vanliga verður heintaður. Les meira um hvíta posa her.

·       Reyði posi: Reyði posin er til serliga dálkandi burturkast so sumbattarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskar lutir ogkemikaliu. Tá ið tú skalt lata reyða posa inn, skalt tú seta hann samanvið gráa posa tann dagin, hesin verður heintaður. Les meira um reyða posa her.

Vitynskja tær alt tað besta við nýggja bústaðnum og gleða okkum til gott samstarv.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur