Tíðindi –
4.10.2023

Til allar borgarar í Kunoyar kommunu

Hvussu hevur tú tað? Soleiðis spyr Fólkaheilsustýrið 8.000 tilvildarliga valdar føroyingar, sum nýliga hava fingið innbjóðing á Vangan um at luttaka ífólkaheilsukanning.

 

Talan er um spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Spurt verður um likamliga og sálarliga heilsu, svøvn, vekt, vanar, óvanar, sjúkur, heilivág ogannað.

 

Málið er at fáa til vega vitan, sum kann brúkast til at meta umfólkaheilsuna í Føroyum. Kanningin útvegar upplýsingar um heilsustøðuna hjáføroyingum sum heild, sum heilsuverk og eisini kommunalir myndugleikar kunnubrúka sum grundarlag at leggja til rættis og raðfesta átøk á heilsu- ogtrivnaðarøkinum.

Livi umstøður, tørvur o.a. kunnu vera ymisk, alt eftir hvar tú býrt.

 

Neyðugt er tí, at øll øki í landinum verða væl umboðað í kanningini, bæðifyri at geva eina rætta heildarmynd, men eisini fyri at kunna seta inn við møguligum heilsu átøkum eftir tørvi í lokaløkjunum.

Tí heita vit á allar borgarar, sum hava móttikið innbjóðing á Vanganum íokkara kommunu, at svara spurnakanningini, soleiðis at okkara øki er vælumboðað í kanningini. Tað tekur einar 30-40 minuttir at svara spurningunum.

Fólkaheilsustýrið leggur dent á, at allir luttakarar eru dulnevndir, og at eingi kanningar úrslit verða gjørd, soleiðis at einstaklingar kunnu eyðmerkjast.

 

Les meira um kanningina og ofta settar spurningar á Fólkaheilsustýrið (folkaheilsustyrid.fo)   Lutakast um góðar vinningar verður millum tey, sum svara og sum játta at vera við í lutakastinum. Luttøkan ílutakastinum er óheft av svari. Vinnarar fáa beinleiðis boð seinni í ár.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur