Góðu ung í Kunoyar Kommunu
Aftur í ár verður skipað fyri Ung í Arbeiði.
Um tit ynskja at luttakað skulu tit melda tykkum til, við at senda eitt sms á tlf. nummar 599400:
–  upplýsa fullanavn tykkara
–  telefonnummar
–  aldur
Børn yngri enn 15 ár, skulu sambært lógini hava eina váttan við frá foreldrum/verju at tey loyva teimum at arbeiða.
Hesaferð verður tað Jóhanna E. Heinesen sum kemur at hava ábyrgd av arbeiðinum, tit fáa nærri kunning frá henni, týsdagin 9. juli, viðvíkjandi uppmøting:
hvar og nær.
Tit koma at arbeiða í báðum bygdinum, Kunoy og Haraldssund.