Skúlabarnakoyringin í Kunoyar Kommunu verður boðin út í almennari útbjóðing.

Talan er um skúlaárið 2019/2020 – sáttmálin kann verða longdur eftir avtalu.

Áhugaði kunnu venda sær til Kunoyar Kommunu á telefonnummar 459900, gerandisdagar kl 9 – 11.
Til ber eisini at senda t-post á kunoy@kunoy.fo

Tilboð skulu sendast til kunoy@kunoy.fo áðrenn fríggjadagin 11. oktobur 2019, kl 12.

Vinarligast
Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri