Vegna vantandi undirtøku at stilla upp til val til Eldraráðið er freistin at stilla upp longd til 23. oktober 2020 á middegi.

10. november 2020 skal nýtt Eldraráð veljast fyri Norðoyggjar. Endamálið hjá eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum eldri borgarar og Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH). Fyri at stilla upp skalt tú sjálvan valdagin vera 60 ár ella eldri. Atkvøtt verður millum persónarnar, sum skrivliga hava boðað kommununi frá, at teir stilla upp.

Valskeiðið gongur frá 1. jan. 2021 til 31. des. 2024. Kundi tú hugsa tær at stilla upp, skalt tú fylla út eina valevnisfráboðan. Hetta skjal fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Norðoyggjum ella á leinkjuni her.

Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni.

Fráboðanin skal latast einari av skrivstovunum í kommununum. Valevnisfráboðanir mugu vera einari av kommununum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. oktober 2020.

Persónar á innkomnu valevnisfráboðunum verða førdir á eitt samlað yvirlit, ið verður almannakunngjørt. Eldraráðið verður samansett eftir sama leisti, sum stýrið fyri NBH.

Tí skulu veljast hesir limir:

Klaksvíkar kommuna fær 7 limir

Hvannasunds kommuna fær 1 lim

Viðareiðis kommuna fær 1 lim

Kunoyar kommuna fær 1 lim

Fugloyar kommuna fær 1 lim

Eldraráðið skipar seg sjálvt. Tey næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum.

Viðtøkurnar fyri Eldraráðið í Norðoyggjum, sum vera galdandi frá 2021, kunnu lesast her. Ein av broytingunum í mun til verandi viðtøkur er, at framyvir verður fundarsamsýning latin til tey, ið umboða Eldraráðið.

Lýsing av vali til Eldraráðið 2020 endurlýsing