Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til kommunuvalið 10 nov. november 2020 liggja frammi til alment eftirlit í skrivstovuni í Kunoy, Kunoyavegu 7, frá 6. oktober til 16. oktober 2020 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 9 – 11

Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri
valdagin verða send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá ið valt verður.

Kunoyar kommuna