Børn og ung

Kunoyar Kommuna bjóðar góðar umstøður fyri børn og barnafamiljur, bæði frá náttúrarnað hond og politisk. Tað opna lendi í bø og haga, áirnar og fjøran eru frálík spælipláss fyri børn og barnsligar sálir.

Eisini politiskt verður gjørt nógv fyri trivnaðin hjá barnafamiljum, sum búgva í kommununi. Tey bíligu grundstykkini, tað lága skattaprosentið, barnafrádrátturin gera tað alt annað líka lættari at seta búgv í kommununi. Á barnaansingarøkinum eru systkinaavsláttur, meðan tað fyri tey eldri børnini finst eitt rættuligt frítt skúlaval.

Skúlar

Í Kunoyar Kommunu er ein skúli, annar í Haraldssundi.  Skúlin hevur skúlagongd fyri næmingum frá 1. flokki til og við 7. flokk.

Kommunan rindar kostnaðin av skúlagongd við aðrar skúlar fyri næmingar í kommununi, ið ganga í framhaldsdeild (frá og við 8. flokk til og við 10. flokk). Harafturat verður goldið fyri næmingar í kommununi, ið ganga í skúlum uttan fyri kommununa frá og við 5. flokki.

Skúlabarnaflutningur
Børnini í Kunoyar Kommunu verða koyrd til Klaksvíkar í skúla .
Børnini fara í skúla við SSL um morgunin og vera koyrd aftur til Kunoyar og Haraldssund við Marthu og Øssur Poulsen, um tørvur er á at fáa fatur á teimum kunnu tit ringja á tlf. nr. 216093.

Barnaansing

Kunoyar Kommuna hevur samstarv við Klaksvíkar Kommunu á barnaansingarøkinum.
Mánaðarliga foreldragjaldið fyri børn í ansing er pr. 1. januar 2016 á teinum ymsu stovnunum fylgjandi:

Blákollan, Kjalarvegur 30
Vøggustovupláss kr. 1.606,-
Barnagarðspláss  kr. 1.150,-

Dr. Margretha Barnagarður, Gerðagøta 14
Vøggustovupláss kr. 1.606,- (við í prísinum er fruktskipan)
Barnagarðspláss  kr. 1.150,- (við í prísinum er fruktskipan)

Mylnuhúsið, Mylnugøta 10
Vøggustovupláss kr. 1.606,- (+ eyka gjald fyri matarskipan)
Barnagarðspláss  kr. 1.150,- (+ eyka gjald fyri matarskipan)

Barnahúsið Margit, Traðargøta 31
Vøggustovupláss børn undir 3 ár kr. 1.606,- (+ eyka gjald fyri matarskipan)
Barnagarðspláss børn yvir 3 ár kr. 1.150,- (+ eyka gjald fyri matarskipan)

Fjallafípan, undir Brekkuenda 5 (úti í Grøv)
Útibarnagarðspláss kr. 1.150,-

Dagrøktin, á Brekku 36
Børn undir 3 ár kr. 1.606,-. Hálv tíð kr. 803,-
Børn yvir 3 ár kr.  1.150,-. Hálv tíð kr. 575,-

Frí­tíðarskúlin Snjallabjalla, Skúlavegur 1
Mánaðarligt foreldragjald kr. 1.099,-

Juli og august eru gjaldfríir

Systkinaavslátturin er 25%.
Hetta førur við sær, at Kunoyar Kommuna rindar 25% av kostnaðinum fyri næsta barnið/børnini, har eldri systkin longu eru í barnaansing.

Barnaverndartænastan

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum heldur til í bygningin hjá Nema við Stangaveg 53.

Opið er gerandisdagar kl.10.00 – 14.00.
Telefon: 410000 (í upplatingartíðini)

Allar aðrar tíðir kanst tú fáa samband við Barnaverndartænastuna á telefon 219181 ella umvegis teldupostadressuna tonja@klaksvik.fo.

Yvirlit yvir starvsfólk hjá Barnaverndartænastuni sæst her, og limir í barnaverndarnevndini eru:
Victoria Absalonsen, forkvinna
Petur Martin Hansen, næstformaður
Annbjørg á Høvdanum
Ingrid Petersen
Harriet Hvidbro

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um: Viðareiði, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir, Múla, Depil, Fugloy, Svínoy, Kunoy, Haraldssund, Trøllanes, Mikladal, Húsar, Syðradal og Klaksvík.