Her leggja vit lýsingar av leysum størvum, tá hesi eru viðkomandi fyri okkara borgarar.
Ynskir tú at fáa eina lýsing her, so set teg í samband við okkum.
Meiri kunning sæst á heimasíðuni hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Um IRF og starvið:
IRF skal virka fyri at lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari.
Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás.
IRF hevur sett fýra høvðusmál á skrá:
Tað er umráðandi at umsøkjari:
Uppgávunar eru í høvuðsheitum at hjálpa og vegleiða borgarum at skilja burturkastið, annars alt fyrifallandi á staðnum.
Umráðandi er at umsøkjari ynskir at arbeiða fyri teimum fýra omanfyrinevndu høvðusmálum hjá IRF.
Søkt verður eftir arbeiðsfólki at arbeiða 5 tímar um vikuna.
Starvsstaðurin er Haralssund.
Setunarviðurskifti:
Starvið verður løn sambært sáttmálanum í Føroya arbeiðsgevarafelag millum Klaksvíkar Arbeiðsmanna- og kvinnufelag.
Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Poul Jacob Poulsen, borgarstjóra á tlf. 459900
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. Mai 2021.
Tú søkir starvið við atsenda teldupost á kunoy@kunoy.fo viðmerk starvumsókn.
Vit strika tínar upplýsingar, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tínir upplýsingar verða sum oftast goymdar líka leingi sum sjálvt málið ið upplýsingarnar eru partur av.