Umhvørvi

Samfelagið leggur í dag alsamt størri dent á umhvørvislig viðurskiftir. Hetta er ikki bert ábyrgdin hjá politiska myndugleikunum, men krevur hetta eisini, at hvør einstakur gevur hesum ans. Tað er alneyðugt fyri trivnaðin í kommununi, at borgarin hevur eitt vakurt, rudduligt og reint umhvørvi.

Burturkast

Bingjuplássið í Kunoyar kommunu
Bingjuplássið er á Garðaryggi í Haraldssundi.

Opið er:
Mikudag frá kl 17-19
Leygardag frá kl 14-17

Bingjuplássið á Garðaryggi í Haraldsundi tekur bert móti burturkasti frá vanligum húsarhald. Alt rusk, sum kemur á umhvørviplássið, skal vera rætt skilt.

Pappír: IRF heintar hvíta posa, sum er til pappír, tá ið hann er fullur.
Virki, handlar og aðrar fyritøkur: hava onga atgongd á umhvørviplássinum, og verður víst til IRF, tel. 414243 og heimasíðuna hjá IRF.

Ruskbingjurnar kunnu ikki nýtast av borgarum búsitandi uttan fyri Kunoyar Kommunu.

Húski við 6 ella fleiri fólkum fáa til innsavningarskipanin útflyggja tveir ruskposar pr. viku; vinarligast boðað kommununi frá, um talið av húsfólki broytast í mun til hetta.

Mold

Størri mongdir av mold, eyri og annar avgrevstur kunnu eftir avtalu við kommununa beinast burtur við Bragdarsgil í Kunoy. Greinar, trø, græs og minni nøgdir av mold og eyri verður víst til ruskbingjurnar. Tað er ikki loyvt øðrum, enn borgarum í Kunoyar Kommunu, at beina burtur mold og eyr v.m. við Bragdarsgil.

Brenning av bál

Brenning av burturkast er ikki loyvt, samb. umhvørvislógini.

Tó kunnu borgarar og feløg brenna bál, til dømis á Jóansøka, nýggjárinum og líknandi høvi. Samb. kunngerð um burturkasti er tað neyðugt í hvør einstøkum førum at søkja kommununa um loyvi til brenning av báli.

Sí vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um brenning av báli – hendan vegleiðing skal altíð fylgjast.

Um talan er um eitt lítið bál, er umráðandi at ringja til alarmsentralin áðrenn bálið verður tendra og tá bálið er sløkna.
Um talan er nýggjársbál ella størri bál, fyll so fyll frymilin út.

Taðing og goymsla av tøðum

Kunoyar Kommuna fylgir kunngerðini og vegleiðingini um taðing.

Rottur

Tað er av stórum týðningi at rotta verður fráboðað, vit hava øll fráboðanrskyldu sambært kunngerð.

Grein 4 í kunngerðini sigur soleiðis:
“§ 4. Ein og hvør, ið varnast rottu, uttan mun til hvar, eigur beinanvegin at boða kommununi frá. Kommunur skulu upplýsa og almannakunngera á hvønn hátt, og hvagar fráboðanir um rottu skulu latast.”

Síggja tit rottu, vera tit vinarliga biðin um at venda tykkum til Kunoyar kommunu á tlf. 459900, ella sendi ein teldupost til kunoy@kunoy.fo.
Ólavur Nybo stendur fyri rottutýðningini á oynni og til ber eisini at seta seg í samband við hann.