Soleiðis samtykt á kommunustýrisfundi tann 28. mai 2001 og 23. juni 2001.

Fundir kommunustýrsins

§ 1: Kommunustýrisfundirnir eru almennir. Kommunustýrið kann tó gera av, at ávís mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, samb. § 26 í kommunustýrislógini.
Stk. 2: Fundardagar verða ásettir byrjan av árinum og lýstir 8 dagar áðrenn 1. fund í svørtu talvu.
Stk. 3: Kommunustýrisfundi verða útsettir, um tað vísir seg, at fundurin ikki er viðtøkuførur. Nýggjur fundardagur verður kunngjørdur í svørtu talvu.
§ 2: Uttan so at kommunustýrið í tí einstaka førinum tekur aðra avgerð, skulu níðanfyri nevndu mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum:
a) Mál, har mett verður um persónlig viðurskifti,
b) Mál um keyp og sølu av føstum ognum,
c) Mál um leigu og útleigan av føstum ognum og
d) kostnaðarætlanir og tilboð viðvíkjandi byggiarbeiðum og tlfarsveitingum.
Stk. 2: Spurningurin um eitt mál skal verða viðgjørt fyri stongdum hurðum, skal verða viðgjørdur á fundi fyri stongdum hurðum, um kommunustýrið ell borgarstjórin ger tað av.
Stk. 3: Mál, ið skulu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, verða helst at goyma til seinast.
§ 3: Um en áhoyrari órógvar kommunustýrsfundin, kann borgarstjórin koyra hann og um neyðugt allar áhoyrarnar út. Borgarstjórin kann goyma sessir til tíðaindamenn.
§ 4: Um ein limur ikki kann møta á fundi, boðar hann borgarstjóranum frá hesum, áðrenn fundurin byrjar. Á hvørjum fundi verður skrivað í gerðabókina, hvørjir limir ikki vóru á fundi.
FUNDARSKRÁ OG MÁLSFRAMLØGA
§ 5: Um limur seinast 8 dagar framman undan regluligum kommunustýrisfundi skrivliga hevur biðið um at fáa viðgjørt eitt mál, setur borgarstjórin málið á skránna til komandi fund.
Stk. 2: Borgarstjórin syrgir fyri, at fundarskrá verður send hvørjum limi minst 4 dagar áðrenn regluligan kommunustýrisfund.
Stk. 3: Tá eitt mál er sett á skránna til ein regluligan kommunustýrisfund, skal tað tilfar, ið er neyðugt at gera sær eina meting um málið, um tað ikki longu er sent kommunustýrislimunum, verða lagt fram á kommunuskrivstovuni minst 3 dagar áðrenn fundin, herav seinasta dagin millum kl. 1800 – kl. 2000. Eitt yvirlit yvir málini skal samstundis vera tl skjals.
Stk. 4: Samstundis sum boðað verður til eykafundar, letur borgarstjórin í so stóran mun sum møguligt limirnar vita, hvørji mál koma til viðgerðar á fundinum. Avgerð um eykafund veður almannakunngjørd, um høvi er til tess.
VIÐTØKUFØRI, FUNDARLEIÐSLA OG FUNDARSIÐUR
§ 6: Kommunustýrið er viðtøkuført, tá ið minst helvtin av limunum eru á fundi.
Stk. 2: Borgarstjórin, og um honum berst frá, varaborgarstjórin, leiðir kommunustýrisfundirnar. Hann tekur avgerð í øllum spurningum um samráðingarleiðslu, og hann ansar eftir at fundirnir fara sømiliga fram. Eisini ger hann av, hvussu spurningarnir, ið atkvøtt verður um, skulu verða orðaðir.
Stk. 3: Hann, ið ynskir at røða á fundinum, skal venda sær til borgarstjóran, ið letur limirnar røða í teirri raðfylgju, teir hava biðið um orðið. Um fleiri biðja um orðið í senn, avger borgarstjórin raðfylgjuna. Røðari skal reisa seg, meðan hann talar, og eingin kann steðga honum uttan borgarstjórin.
Stk. 4: Hvør limur eiga at lýða avgerðum borgarstjórans, tá ið tað snýr seg um at halda vanligt fundarskil. Er en limur tvær ferðir á sama fundi biðin um at fara siðiliga fram, kann kommunustýrið eftir uppskoti borgarstjórans nokta honum orðið á hesum fundi.
Stk. 5: Øll uppskot til samráðingar verða sett borgrstjóranum. Tá ið borgarstjórin heldur orsøk vera til tess, ella 3 limir krevja tað, skal orðaskiftið verða lagt niður og uppskotið sett undir atkvøðu, so at endi kann verða fingin á samráðingunum.
Stk. 6: Borgarstjórin kann lata kommunustýrið gera av mál, ið hann sjálvur hevur rætt at taka endaliga støðu til.
§ 7: Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju málini koma tll viðgerðar, og hann kann víkja frá raðfylgjuni á fundarskránni. Kortini ger kommunustýrið av, í hvørjari raðfylgju málini skulu verða viðgjørd, um minst 3 limir krevja atkvøðugreiðslu hesum viðvíkjandi.
Stk. 2: Tá ið kommunustýrsfundur byrjar, kann einhvør limur krevja orðið til fundarskránna, eisini viðvíkjandi spurninginum um mál, ið eru ætlað at verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, í staðin verða viðgjørd á almennum kommunustýrisfundi, og hin vegin.
§ 8: Eitt mál verður bert viðgjørt einaferð, um ikki annað er ásett í lóggavuni, ella kommunustýrið samtykkir, at málið skal verða viðgjørt tvær ferðir. Ársfiggjarætlanin skal tó verða viðgjørt tvær ferðir, samb. § 39 í kommunustýrslógini.
Stk. 2: Við fyrstu viðgerð verður ikki atkvøtt um endaliga úrslitið í málinum, men einans um tað skal fara til aðru viðgerð. Hvør limur hevur rætt til at siga sína hugsan um eitt mál, áðrenn kommunustýrið tekur avgerð um, at tað skal fara til aðru viðgerð. Frá fyrstu til aðru viðgerð skulu ganga minst 24 tímar. Frá fyrstu til aðru viðgerð av fíggjarætlanini skulu ganga í minsta lagi 14 dagar, samb. § 39 í kommunustýrislógini.
Stk. 3: Tá ið eitt mál verður viðgjørt tvær ferðir, skulu skjølini, ið hoyra til málið – aftaná fyrstu viðgerð – um tað er møguligt, verða løgd fyri limirnar.
Stk. 4: Mál kunnu koma til umrøðu á lukkaðum fundi í fyrsta umfari og til viðgerðar á opnum fundi í øðrum umfari.
LUTTØKA LIMANNA Í SAMRÁÐINGUM OG ATKVØÐUGREIÐSLU
§ 9: Kommunustýrslimur hevur skyldu at boða frá, um hann heldur iva vera um sítt gegni.
Stk. 2: Kommunustýrið ger av, um eitt mál er slíkt áhugamál hjá einum limi, at hann ikki eigur at taka lut í fundarviðgerðini og atkvøðugreiðsluni málinum viðvíkjandi. Um so er, skal avvarðandi fara út úr fundarhølinum meðan málið verður viðgjørt; tó kann honum ikki verða noktað at taka lut í samráðingunum og atkvøðugreiðsluni viðvíkjandi spurninginum, um hann skal fara av fundinum undir málsviðgerðini.
§ 10: Limir kunnu bert vera við í atkvøðugreiðsluni, um teir persónliga eru til staðar, meðan hesar fara fram.
ATKVØÐUGREIÐSLA, BROYTINGARUPPSKOT OG EYKABROYTINGARUPPSKOT
§ 11: Atkvøðugreiðsla fer fram á tann hátt, at limirnir reisa seg ella rætta hondina upp, og endurkanning verður gjørd.
Stk. 2: Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta, um ikki annað er fyriskipað í lóggávuni. Eitt uppskot er samtykt, um í minsta lagi helmingurin av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøða fyri; standa atkvøðurnar á jøvnum, er uppskotið fallið. At greiða atkvøðu merkir antin at atkvøða ja ella nei.
Stk. 3: Heldur borgarstjórin, at eitt mál liggur so greitt fyri, at atkvøðugreiðsla er óneyðug, sigur hann sína áskoðan um, hvussu málið kann verða avgjørt. Krevur eingin limur tá atkvøðugreiðslu, kann borgarstjórin gera av, at málið er avgjørt samsvarandi hansara áskoðan.
Stk. 4: Val fara fram við skrivligari atkvøðugreiðslu á seðlum, sum borgarstjórin býtur út. Um borgarstjórin heldur, at kommunustýrið fer at velja ella endurvelja eitt ávíst valevni, kann hann skjóta upp, at avvarandi verður valdur uttan atkvøðugreiðslu. Krevur eingin limur tá skrivliga atkvøðugreiðslu, er valevnið, ið er skotið upp, valt.
§12: Broytingar- og eykabroytingaruppskot kunnu verða sett fram, um atkvøðugreiðsla ikki er byrjað, og ikki er neyðugt at seta fram ella taka fyrivarni viðvíkjandi slíkum uppskotum undir fyrstu viðgerð av einum máli, sum skal verða viðgjørt tvær ferðir, smb. tó stk. 2.
Stk. 2: Í málum, sum skulu verða viðgjørd tvær ferðir, kann kommunustýrið samtykkja at seta eina tíðarfreist fyri at seta fram broytingaruppskot og eftir umstøðunum eisini eykabroytingaruppskot, og um so er, kunnu slík ikki verða sett fram aftaná at freistin er úti, uttan at kommunustýrið við atkvøðumeiriluta gevur sítt samtykki hesum viðvíkjandi.
Stk. 3: Um broytingar- og eykabroytingaruppskot ikki eru gjørd limunum kunnug, áðrenn tey koma til aðru viðgerð, greiðir borgarstjórin frá uppskotinum beinan vegin, samráðingarnar byrja, um nakað uppskot er. Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju atkvøtt verður um broytingaruppskotini, men kortini soleiðis, at atkvøðugreiðsla um tey, altíð fer fram, áðrenn atkvøtt verður um høvuðsuppskotið.
Stk. 4: Uppskot um nevndarval og um at senda eitt mál til eina fyrr valda nevnd, ella til víðari viðgerð í eini fyrr valdari nevnd, kunnu verða framsett, so leingi atkvøðugreiðsla um málið ikki er byrjað. Verður slíkt uppskot sett fram, aftaná at samráðingar eru byrjaðar, verða hesar steðgaðar, og tekur kommunustýrið so støðu til, um málið skal fara til nevndarviðgerð.
MEIRILUTAVAL
§ 13: Við meirilutaval er tað valevni valt, ið fær meira enn helmingurin av greiddu atkvøðunum. Fæst slíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt um aftur. Fær heldur eingin hesa ferð meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum, verður bundið val millum teir báðar, sum við aðru atkvøðugreiðslu fingu flestar atkvøður, tó soleiðis, at um teir hava líka nógvar atkvøður, verður kastaður lutur um, hvørjar tveir atkvøtt skal verða um við tað bundna valið. Er atkvøðutalið eins við bundnu atkvøðugreiðsluna, verður avgerð tikin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.
LUTFALLSVAL
§ 14: Tá kommunustýrið skal velja tveir ella fleiri limir í eina nevnd, fer slíkt vl fram efttir lutfallsháttinum.
Stk. 2: Lutfallsval fer fram eftir hesum reglum:
Limir kommunustýrisins býta seg í bólkar, limirnir í hvørjum bólki hava frammanundan boðað borgarstjóranum frá, at teir vilja atkvøða saman við valið, ið skal fara fram. Limatalið í hvørjum bólki verður býtt við 1, 2, 3 o.s.fr. Býtingartalið, ið tá kemur fram, ásetur í hvørjum rað hvør bólkur sær kann velja síni umboð. Eru tvey ella fleiri býtingartøl eins stór, verður raðfylgjan avgjørd við lutakasti, sum borgarstjórn skipar fyri. Tá, ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir at siga borgarstjóranum frá beinan vegin, hvør skal verða teirra umboð. Sigur ein bólkur frá sær rættin til at seta eitt- ella feiri umboð, verða ósettu plássini býtt millum hinar bólkarnar á sama hátt, sum tilskilaður er omanfyri.
Stk. 3: Tá ið nevnd skal verða vald, har limirnir skulu vera bæði úr kommunustýrinum og uttanfyri, fer valið fram i senn millum teir limir, kommunustýrið skal velja. Í tí rað, sessirnir lutast einum bólki, kann hesin tilnevna limir ella ikki-limir í kommunustýrinum, til annað slagið av sessum er sett.
Stk. 4: Har borgarstjórin er fastur limur í nevnd, stjórn ella tílíkum, sum kommunustýrið velur, verður sessur hansara at rokna sum ein av teimum sessum, sum bólkar hansara hevur rætt til.
Stk. 5: Fer kommunustýrislimur í valskeiðinum úr nevnd, har hann er valdur av einum ávísum bólki, skal hesin bólkur seta mann í hansara stað.
Stk. 6: Hevur limur havt forfall í meira enn 14 samfullar dagar, kann bólkur hansara seta annan í hansara stað.
Stk. 7: Tilnevnir kommunustýrið í semju ella uttan atkvøðugreiðslu ein lim í nevnd, stjórn ella tílíkt, skal samstundis avgerð verða tikin um, hvør bólkur skal fáa avvarðandi sess, um hann verður leysur, samb. stk. 5.
GERÐABÓK o.a.
§ 15: Samtyktir kommunustýrisins verða skrivaðar í gerðabókina.
Stk. 2: Hvør limur kann krevja sína frávíkjandi støðu í stuttum skrivaða í gerðabókina, og tá íð tað snýr seg um mál, ið skulu verða send til annan myndugleika, kann hann eisini krevja, at myndugleikin verður gjørdur kunnugur við, tað sum stendur í gerðbókini.
Stk. 3: Tá ein fundur er lokin og gerðabókin lisin upp, skal hon verða undirskrivað av øllum, sum hava verið á fundinum. Limirnir kunnu ikki við at vísa til atkvøðugreiðslu teirra, ella av øðrum orsøkum bera seg undan at skriva undir gerðabókina.
AÐRAR FYRISKIPARNIR
§ 16: Hvør limur hevur skyldu til, meðan kommunustýrifundur fer fram, at halda seg til tað avgerð, sum borgarstjórin tekur viðvíkjandi fatan av tí, sum er fyrisett í hesi fundarskipan. Tó kann málið verða lagt fyri kommunustýrið á næsta kommunustýrisfundi.
§ 17: Henda fundarskipan kemur í gildi tann 1. juli 2001.
Uppskot til broytingar í hesum viðtøkum og uppískoyti skulu verða viðgjørd á tveimum kommunustýrisfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar millum hvønn fundin.

Soleiðis samtykt á kommunustýrisfundi tann 28. mai 2001 og 23. juni 2001.
Kommunustýrið fyri Kunoyar Kommunu.

Heini O. Heinesen (borgarstjóri)

John Damberg (varaborgarstjóri)

Atli Vilhelm

Jaspur Kruse

Hanna Klettskarð