Kommunustýrisskipan

Soleiðis samtykt á kommunustýrisfundi tann 24. septembur 2019 og 29. oktobur 2019.

Kommunustýrisskipan fyri Kunoyar Kommunu

KAPITTUL I

KOMMUNUSTÝRIÐ

  • 1: Kommunustýrið í Kunoyar kommunu hevur 5 limir, ið verður valdir eftir kommunalu vallógini.
    2: Kommunustýrið ásetur nærri reglur um sína mannagongd í eini fundarskipan.
    3: Kommunustýrið ásetur nærri reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eini starvsfólkaskipan.
  • 2: Kommunustýrið setur ein borgarstjóra, sum er settur í ½ brøk og ein varaborgarstjóra.

KAPITTUL II

SAMSÝNINGAR

  • 3: Kommunustýrið verður lønt soleiðis:
    2: Borgarstjórin verður løntur samb. §10 í kunngerðablaðnum A Nr. 93 útgivið 12. septembur 2014
    3: Varaborgarstjórin og kommunustýrislimirnir verða løntir samb. §1, nr. 1 í kunngerðablaðnum A Nr. 93 útgivið 12. septembur 2014

KAPITTUL III

BORGARSTJÓRIN

  • 4: Nærri reglur um virksemi borgarstjórans í samband við kommunustýrisfundir verða ásettar í fundarskipanini.
  • 5: Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini samb. Kapittul 4, 6 og 8 í kommunustýrislógini.
    2: Borgarstjórin skal ansa eftir, at tey mál, ið krevja kommunustýrisviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin.
    3: Borgarstjórin skal síggja til, at málini verða avgreitt uttan óneyðuga seinking. Borgarstjórin kann krevja allar upplýsingar um mál og málsavgreiðslu, sum er hjá nevndum og starvsfólkum.4: Borgarstjórin ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum kommunustýrisins. Um borgastjórin verður varugur við, at tað ikki fyriliggur játtan fyri eini ætlan, veður málið at leggja fyri kommunustýrið.
  • 6: Borgarstjórin stjórnar fíggjarviðurskiftum og roknskaparhaldi kommununar, og hevur eftirlit við allari umsiting kommununar, ið hevur við peningalig og fyrisitingarlig viðurskifti at gera.2: Borgarstjórin saman við varaborgarstjóranum ásetur nærri reglur um mannagongdir í eini bókhaldsskipan, ið gjølla sýnir, hvussu kommunuognin verður umsitin.
  • 7: Borgarstjórin skal gera uppskot til fíggjarætlan.
    2: Við hvørja upphædd í uppskotinum skal vera viðmerkt:
  1. tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ár,
  2. tann upphædd, ið er avsett fyri verandi fíggjarár og
  3. tann upphædd, ið er inngoldin ella brúkt í farna fíggjarári.3: Viðmerkingar skulu vera við hvørja konto um undir hvørjum treytum upphæddin kann brúkast og hvør ið hevur ábyrgd av kontoini.
    4: Tær íleggingar- og fíggjarætlanir, ið borgarstjórin hevur gjørt, verða lagdar fram saman við uppskotinum til ársfíggjarætlanina. Við uppskotinum skulu eisini fylgja upplýsingar um tær fíggjarligu broytingar, sum kunnu væntast í komandi fíggjarári.
  • 8: Hevur borgarstjórin forfall, yvirtekur varaborgarstjórin uppgávurnar í samband við fundarleiðsluna og aðrar uppgávur, í tann mun borgarstjórin áleggur honum.

KAPITTUL IV

ONNUR VIÐURSKIFTI

  • 9: Kommunustýrislimur kann skrivliga heita á borgarstjóran um at fáa upplýsingar og teknisk hjálp í samband við fyrireiking til fundir.
    2: Borgarstjórin ansar eftir, at allir kommunustýrislimirnir fáa upplýsingarnar, sum eru útvegaðir, samb. stk. 1.
  • 10: Beinleiðis atgongd til skjalagoymsluna er avmarkað til borgarstjóran og skrivaran/journalføraran.
    2: Borgarstjórin setur nærri reglur um mannagongdir viðvikandi journalskipanini.
  • 11: Grannskoðari hjá kommununi er P/F JANUAR, løggilt grannskoðanarvirki.
  • 12: Hesar viðtøkur fáa gildi tann 1. novembur 2019.
    2: Uppskot tl broytingar í hesum viðtøkum og uppískoyti skulu verða viðgjørd á tveimum kommunustýrisfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar millum hvønn fundin.

Soleiðis samtykt á kommunustýrisfundi tann 24. septembur 2019 og 29. oktobur 2019.

Sóleyð K. í Kongsstovu, borgarstjóri              
Sonja S. Michaelsen,varaborgarstjóri
Bárur Klode
Djóni R. Kunoy                                
Jóhanna E. Heinesen