Góðu borgarar,
IKKI er loyvt at blakað loyvdir frá fletting í áinar runt í bygdini, hetta er skaðiligt og tiltrekkir rottu.Eisini er hettar sera kostnaðarmikið fyri kommununa.Kunoyar kommuna
Boðað verður til útskiftingarfund mikudagin 15. mai 2024 kl. 19.00 í bygdafelagshúsinum Ljósinum í Haraldssundi. Annar fyribilsplanur verður lagdur fram.
Vegna 1. mai eru fleiri broytingar í innsavningini hesa vikuna.
Í viku 11 og 12 bera vit posar út til hvørt húski í limakommununum. Hesa ferð bera vit trý sløg av posum út: gráar, hvítar og reyðar posar. Gráa rullið er rullað inn í ein reyðan posa, so minst til at taka gráa rullið úr tí reyða posanum og goym posan til serliga dálkandi burturkast. Posarnir eru gjørdir úr endurvunnum plasti, og fyri fyrstu ferð eru allir tríggir posar framleiddir í Føroyum, so talan er tískil um stuttflutta vøru.