Tíðindi –
27.9.2021

Burturbeining av leivdum frá fletting

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa?

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

 

Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendummóttakara. 
Les meira um krøvini frá Heilsufrøðiligu starvsstovuniviðvíkjandi endurnýtslu av seyðaskinnum her. 

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli tilseyðaskinn um hendi.

 

Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.

 

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, atleivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt.

 

Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:

  • Lat seyðaskinn til     góðkenda endurnýtslu.
  • Tøm vemburnar.
  • Lat blóð og annað vatn     seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
  • Lat innvøl og leivdir í     plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar. Finn títt kommunalu     bingjupláss her.

 

Hví dálkar tað at brennaleivdir frá flettingini?

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig.  Ferhitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, táið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjáIRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vitheita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnuverja umhvørvið.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur