Tíðindi –
29.9.2023

Burturbeining av leivdum frá fletting

Visti tú, at leivdir frá fletting kunnu dálka illa?

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og taðviðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tømavemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyriumhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar.

Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:

·       Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu(les meira um hetta niðanfyri)

·       Tøm vemburnar

·       Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrennleivdirnar verða burturbeindar

·       Lat innvøl og leivdir í plastposar,áðrenn tað verður latið í bingjurnar. Finntítt kommunala endurvinningarpláss her.

Seyðaskinn til endurnýtslu

Vit heita á fólk um at lata seyðaskinn tilendurnýtslu.

Í løtuni er tað bert Oikos, sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Um tit ætla at lata skinn til Oikos, er tað sera umráðandi, at tit fylgja krøvunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hesum viðvíkjandi. Les meira her.

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli tilseyðaskinn um hendi. Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðuls játtan til føroysk seyðaskinn.

Fyri at Oikos kann gagnnýta skinnini, er tað sera týdningarmikið, er skinnini verða væl køld niður beint eftir flettingina, og at tit ansa eftir, at roðin ikki tornar. Les meira um vegleiðingarnar hjá Oikos her.

Gevið gætur: Neyðugt er at ringja á tlf.260026 dagin fyri, tit ætla tykkum á fjall, so Oikos fær sent djóralæknan á rættina. Oikos hevur ikki møguleika at koma út á útoyggj og til Suðuroyar eftir skinnum. Harumframt skal tað nevnast, at Oikos ikki tekur ímóti hvítum seyðaskinnum.

Tálgin eigur eisini at verða gagnnýtt              

Í fjør vóru fleiri smærri lokalar verkstovur kring landið, ið gagnnýttu tálg til ymisk endamál, eitt nú til nýggjárs blikk, ljós,sápur og fuglamat. Tað er sera gleðiligt, at vit í størri mun eru farin at gagnnýta hetta tilfeingið, sum annars fer burtur.

Hava tit ikki sjálvi tørv á tálgini, kunnu tit lata hana til onnur. Sum dømi kann nevnast Tálgaverkí Vága kommunu, sum aftur í ár boðar frá, at tey taka ímóti tálg. Fyri at tálgin kann gagnnýtast, er tað sera umráðandi, at hon verður løgd íkalt vatn beinanvegin. Tálgaverk tekur ikki ímóti øðrum avroðum enn reinaritálg, og tálgin má vera væl skolað. Les meira her.

Tálgin kann latast inn á Umhvørvisplássið í Vágakommunu ella uttan fyri trolhúsið á keiini í Miðvági.

IRF hevur fyrr skipað fyri tálgaverkstovu fyristarvsfólk. Her er uppskriftin, sum vit nýttu á verkstovuni, um tú hevur hug at royna teg:

Uppskrift-úr-tálg-sápa-ljós-og-fuglamatur

Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?

Hitiní ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig.  Fer hitin niður á 850 stig,viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.

 

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur