Closed for Maintenance er eitt átak sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið, hesaferð verður arbeitt uppá gøtuna ávegis til Skarðs bygd. Átakið er í døgunum 4-6. maj 2022.
Felagið Skarðsbygd og Bygdasavnið Bríkin standa fyri arbeiðinum og Norðoya Kunningarstova tekur sær av teimum sjálvbodnu.
12 sjálvboðin úr ávikavist Føroyum, Danmark, England, Niðurlondum, Rumenien og Malaysia koma at gera arbeiði, saman við staðkendum arbeiðsformonnum.
Tey koma at búgva í Kunoy hesar tveir daganir, og fáa mat úr Haraldssundi.
Kunoyar kommuna hevur ábyrgd av verkætlanini, so hava tit spurningar, hugskot, viðmerkingar ella annað eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við kommununa á tlf. 459900.