Tíðindi –
10.10.2024

Fráboðan um trygdarbrot

Henda kunning er til øll, sum hava havt samskifti við Klaksvíkar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) og Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum.

Sum tey flestu helst vita, so hevur Klaksvíkar kommuna verið úti fyri einum álvarsomum telduálopi, har óviðkomandi eru komin fram at skipanunum hjá kommununi og harvið eisini hjá NBH og Barnaverndartænastuni. Sostatt hava bæði vanligar og viðkvæmar persóns-upplýsingar verið á skeivum hondum. Vit hava nú ræði á øllum upplýsingunum aftur, men kunnu ikki við vissu siga, at teldsníkarnir ikki hava tikið avrit av upplýsingunum.

Hetta trygdarbrotið fevnir millum annað um upplýsingar, sum eru skrásettar hjá Klaksvíkar kommunu, NBH og Barnaverndartænastuni, so sum navn, bústaður, p-tal, kontunummur, yrkisfelagsligt tilknýti og aðrar viðkvæmar persónupplýsingar í sambandi við málsviðgerðir.
Talan kann eisini vera um skrásetingar hjá barnatannlækna í Klaksvíkar -, Fugloyar -, Hvannasunds -, Kunoyar - og Viðareiðis kommunum.

Henda kunning er fyri at geva øllum møguleika at taka neyðug stig og fyrivarni fyri at tryggja seg, nú persónupplýsingar hava verið á skeivum hondum.

Trygdarbrotið kann viðføra m.a. hesar vandar:

Persónar kunnu royna at nýta p-tal ella aðrar upplýsingar til m.a. samleikastuldur ella svik
Við atgongd til persónsupplýsingar kunnu óviðkomandi royna at lumpa fólk at veita fleiri upplýsingar ella pengar
Her eru nøkur stig, ið kunnu takast fyri at forða fyri misnýtslu av persónupplýsingum:

Verið varin, um tit fáa óvæntaðar teldupostar, SMS-boð ella telefonuppringingar, har biðið verður um persónligar upplýsingar, innritanarupplýsingar ella pengar
Trýstið ikki á ivasamar leinkjur og latið ikki persónupplýsingar til óviðkomandi
Broytið veik loyniorð til sterk loyniorð - sí t.d. kunning frá Gjaldstovuni her: https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/kunning/tidindi/kt-tilbugvingin-a-gjaldstovuni-haekkar-nu-netalop-er-innan-landoddarnar/
Um tit hava spurningar, ella tykkum tørvar fleiri upplýsingar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkara dátuverndarfólk, Jens Chr. Olsen, telefon 784070, teldupostur: dpo@klaksvik.fo.

Arbeitt verður av øllum alvi við at framtíðartryggja allar dátur.

Vinaliga

Kunoyarr kommuna, Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) og Barnaverndartænastan í Norðoyggjum

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur