Tíðindi –
22.2.2022

Hevur tú ongar posar eftir?

IRF ber gráar og hvítar posar út í viku 12 og 13.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráirposar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna,umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tærposar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar brúktir.

Í tí hvíta rullinum, sum verður boriðút eina ferð um árið, eru 14 posar.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu,hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar posar. Hvítu posarnir hjá IRFskulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teirikki tiknir.

 

Eykagráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráarIRF-posar, sæst niðast á síðuni her. Rullinivið gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til,at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesinprísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað ogburturbeint á rættan hátt.

 

Stórt húski?

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum,hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá.Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húski. Lesmeira her.

 

Hvussu nógv kanst tú skilja við hús?

Papp og pappír Pappog pappír skal latast í hvíta posan hjá IRF. Les meira um hvíta posan her.

Konservesdósir og annað smátt jarn kann latast í jarnbingjuna á kommunalaendurnýtsluplássinum

Battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskir lutir, kemikaliu og annað serliga dálkandi burturkast skallatast í reyða posan hjá IRF. Les meira umreyða posan her.

Glaskrukkur, drekkigløs og glasfløskur kunnu latast inn á flestu kommunaluendurnýtsluplássini. Les meira umskiljing av glasi her.

Klárt bleytt plastkann eisini skiljast frá húsarhaldsburturkastinum. Tú kanst lata tað bleytaplastið í kláran posa, sum verður latin niður í hvíta posan. Talan er t.d. um bløðruplastog pakkiplast frá vøruplattum, møblum og klæðum. Les meira um bleytt plast her.

 

Nýt ikki IRF-posarnar til annað ennruskstativið

Um tit nýta posarnar hjá IRF tilrudding, umvæling, tómar fløskur, stórar føðingardagar, skreiðing,havaburturkast og tílíkt, so røkka posarnir ikki til, og tú mást út at keypafleiri IRF-posar.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur