Tíðindi –
10.5.2021

Innsavningin forskotin ein dag

Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag.

Tó verða teir posar, sum vanliga verða tiknir hósdag, eisini tikinir hósdag eftir páskir og ikki fríggjadag.

Undantøk:

Húsarhaldsposarnir í Syðrugøtu verða tiknir týsdagin 6. apríl, og ikki mikudag, sum vanligt er.

Á Skála, Strondum og Innan Glyvur verða húsarhaldsposarnir tiknir mikudagin 7. apríl, sum vanligt.

Húsarhaldsposarnir á Toftum, Nesi og Saltnesi, sum vanliga verða tiknir týsdag, verða tiknir hósdagin 9. apríl.

Á Sandoynni verður innsavningin sum vanligt og ikki forskotin ein dag.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur