Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag. Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag eftir páskir og ikkifríggjadag.
Undantøk:
Húsarhaldsposarnir í Syðrugøtu verða heintaðir mikudagin, 20. apríl, sum vanligt er.
Húsarhaldsposarnir í Fuglafirði og á Kambsdali, sum vanliga verða heintaðir týsdag, verða hesa vikuna heintaðir hósdagin, 21. apríl.
Á Sandoynni verður innsavningin skipað sum vanligt og ikki forskotin ein dag.