KUNNING FRÁ IRF Ruskplássið verður stongt í eina viku afturat - stongt viku 27
Sí kunning frá IRF
Í løtuni koyrir brennistøðin við fullari ferð alt samdøgrið, men tað ber snøgt sagt ikki til at brenna burturkast frá fýra vikum upp á eina viku. Tí má okkurt bíða eitt sindur og javnast út yvir tær komandi vikurnar.
Vit heinta tískil ikki burturkast frá endurvinningarplássum kring landið í komandi viku og vilja koma við eini vinaligari áheitan á allar limakommunur um at steingja endurvinningarplássini frá fríggjadegnum 21. juni og fyribils eina viku
Ruskplássið hja Kunoyar kommunu verður stongt í eina viku frá mikudegnum 3 juli. Vit siga frá tá ruskplássið er opið aftur.
Kunoyar kommuna