Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur. Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. apríl 2023. Yvirlit yvir nýggju gjøldini kunnu síggjast her: Gjøld fyri búpláss heimahjálp og umlætting frá 1 apríl 2023
Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.” Hendan er seinast broytt við kunngerð nr. 6 frá 30. januar 2023, og sæst her. Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10 des. 2021, vanliga nevnd eldralógin, og hon sæst her.
Búfólk á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu og heimabúgvandi, sum rinda fyri heimatænastu, fáa skriv sendandi um nýggju brúkaragjøldini.