Tíðindi –
30.9.2024

Kunning um valevnislistar

Alla neyðuga kunning í samband við kommunuval finst í Løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 22. september 2020

Les lógina her: https://logir.fo/Logtingslog/44-fra-19-06-1972-um-val-til-allar-foroyskar-kommunur-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog

Í samband við valevnislistar er brot tikið úr lóggávuni sum er viðkomandi fyri smærri kommunur:

§ 6. 1) 2) 7) Atkvøðugreiðslan fer fram sambært valevnislistum, har ávísir persónar eru uppskotnir sum valevni.

Stk. 2. Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum.

Stk. 3.3) Er íbúgvaratalið minni enn 200, eru 5 stillarar nóg nógvir. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum ella kommununi fyri, at listin er móttikin og nær. Ein persónur kann bert vera stillari á einum lista. Er ein persónur stillari á fleiri listum, verður hann at strika á øllum.

Stk. 4. Ein listi kann hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygda(r)ráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir. Um henda treyt verður ikki hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Um talið á valevnum á øllum listunum samanlagt ikki er 2 fleiri enn talið á bygdarráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir, skal valnevndin, tá uppstillingarfreistin er úti, gera ein valevnislista, so talið á valevnum kemur upp á tað ásetta.

Stk. 5. 3) Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av. Er okkurt valevni ikki valbært, ella er tað so óskilliga lýst, at ivi kann vera um, hvønn valbæran persón sipað verður til, verður navn hansara strikað av listanum.

Stk. 6. Heldur valnevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.

Stk. 7. Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá hesum. Hann kann tá skrivliga yvirfyri valnevndini siga frá, um hann bert vil standa á einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast 12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.

Stk. 8. Um valevnislisti verður lýstur ógildur, ella um valevni ella stillari verður strikaður av listanum, skal henda avgerð nevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í valbókina, og úrskrift úr henni um hetta skjótast møguligt, og í øllum førum fyri valið, verða send tí stillara, sum listan hevur latið inn.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur