IRF er í løtuni rakt av koronu, tí eru posanir ikki heintaðir hesa vikuna.Posanir vera heintaðir sum vant í komandi viku.
Boðað verður til útskiftingarfund í Haraldssund, hósdagin 13. marts 2025 kl. 19.00, í bygdafelagshúsinum Ljósið í Haraldssundi.
Vit sóknast eftir dugnaligum og nærlagdum fólki til kommunuskrivara hjá Kunoyar kommunu. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár.
Reinsitænastan hjá IRF byrjar í dag at tøma rottangar í Kunoyar kommunu.Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.
Søkt verður eftir starvsfólki til ruskplássið í Haraldssundi