Tíðindi –
21.6.2024

Ruskplássið stongt í eina viku

Sera nógv burturkast hópaði seg upp tær fýra vikurnar verkfallið vardi. Síðan verkfallið endaði, hevur IRF sett eyka orku inn og hevur raðfest at heinta burturkastið frá húsarhaldum og stovnum, og nú koyrir alt sum vanligt aftur á hesum økjum.

Nógv burturkast er komið inn á endurvinningarplássini kring landið, og hesi eru eisini tømd eina til tvær ferðir seinastu vikuna. Tilvitað hevur IRF ikki tikið móti burturkasti frá vinnukundum, sum nú hava bíðað í 5 til 6 vikur, og tí er neyðugt at raðfesta hetta nú.

Í løtuni koyrir brennistøðin við fullari ferð alt samdøgrið, men tað ber snøgt sagt ikki til at brenna burturkast frá fýra vikum upp á eina viku. Tí má okkurt bíða eitt sindur og javnast út yvir tær komandi vikurnar.

IRF heitir tí á kommununar um at steingja bingjuplássini í eina viku, so tey klára at arbeiða undan.

Tí hevur Kunoyar kommuna gjørt av, at bingjuplássið er stongt í morgin 22. juni og fyribils eina viku fram.

Vit vóna, at tit vísa tolsemi, meðan arbeitt verður við at koma uppundan, sigur IRF.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur