Tíðindi –
10.10.2024

Skráset tín oljutanga

Víst verður til § 10, sum ljóðar soleiðis: Kommunan skal skráseta allar oljutangar innan 1. januar 2022 sbrt. stk. 2
Stk. 2. Upplýsingar um oljutangar, sum borgari skal lata kommununi í tann mun, tær eru tøkar:

1)   Navn og bústað hjá framleiðara.
2)   Tangasnið og tangarúmd.
3)   Framleiðslunummar og framleiðsluár.
4)   Sniðgóðkenningarnummar.
5)   Um tangin hevur ovurfyllingarávaring.
6)   Um rørskipanin er einstreingjað.
7)   Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning.
8)   Byggialdur á húsinum.

Fyri at loysa hesa uppgávu heitir kommunan á øll, bæði tey, ið eiga ella varða av oljutanga og eisini tey, sum ongan oljutanga hava í Kunoyar kommunu, um at skráseta sínar upplýsingar við at senda Kunoyar kommunu ein teldupost á kunoy@kunoy.fo

Um trupulleikar eru við skrásetingini, eru tit vælkomin at ringja tlf. 459900.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur