Í dag, mánadagin 3. oktobur er kommunuskrivstovan stongd, vegna forfall.Um átroðkandi boð eru, ber til at ringja á tlf. 459900.
Ruskplássið í Haraldssundi, verður stongt jólaaftan og nýggjársaftan.
Skattalistin fyri 2025 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni hjá Kunoyar kommunu frá mánadegnum 23. november til og við mánadagin 7. desember 2026. Kommunuskrivstovan er opin mánadagar og fríggjadagar kl. 9–11. Sambært løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um toll- og skattafyrisiting skal skattalistin liggja frammi til alment eftirlit hjá kommununi. Heldur ein skattgjaldari, at skattaálíkningin hjá sær sjálvum ella einum øðrum skattgjaldara er skeiv, kann viðkomandi kæra til TAKS.
SummarferiaKommunuskrivstovan er stongd frá 20. juli til og við 17. august vegna summarfrí.Skrivstovan letur upp aftur mánamorgunin 24. august kl. 09.00.Um tygum hava átrokandi boð, ber til at ringja á kommunuskrivstovuna á tlf. 45 99 00 og trýsta á 1.Kunoyar kommuna ynskir øllum eitt gott summar.
Kommunustýri í Kunoyar Kommunu hevur á bygdaráðsfundi tann 21. mai 2025 einmælt samtykt, at áseta tænastugjald á tóm býli galdandi frá 1. Juli 2026. Tænastugjaldið verður ásett til kr. 7.945 pr. býli um árið og verður endurskoðað á hvørjum árið.