Tíðindi –
13.1.2025

Starvslýsing

Um IRF og starvið: 
IRF skal virka fyri, at kunna lata komandi ættarliðum Føroya betri og burðardyggari.
Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás.

IRF hevur sett fýra høvðusmál á skrá:
1.	Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla
2.	Reint havumhvørvi
3.	Grøn og skynsom orkunýtsla
4.	Eitt av Føroya bestu arbeiðsplássum

Tað er umráðandi at umsøkjari:
•	kann arbeiða sjálvstøðugt
•	er røkin
•	er álítandi
•	er jalig/ur
•	er fyrikomandi
Uppgávunar eru í høvuðsheitinum at hjálpa og vegleiða borgarum at skilja burturkastið, annars alt fyrifallandi á staðnum. 
Umráðandi er at umsøkjari ynskir at arbeiða fyri teimum fýra omanfyrinevndu høvðusmálum hjá IRF.
Søkt verður eftir arbeiðsfólkið at arbeiða áleið 10 tímar um vikuna.

Starvsstaðurin er Haraldssund.
Setunarviðurskifti:
Starvið verður løn sambært sáttmálanum í Føroya arbeiðsgevarafelag millum Klaksvíkar arbeiðsmanna- og kvinnufelag.

Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Ólavur F. Nybo, borgarstjóra á tlf. 459900
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. januar 2025.
Tú søkir starvið við at senda teldupost á kunoy@kunoy.fo viðmerk starvsumsókn.

Vit strika tínar upplýsingar, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tínar upplýsingar verða sum oftast goymdar líka leingi sum sjálvt málið, ið upplýsingarnar eru partur av.

Fleiri tíðindi

Øll tíðindi
Pílur